Kjak

Oddagrein: Stóribeiggi fylgir við

2019-04-12 09:08 Author image
Leif Láadal

Eitt klókt menniskja segði einaferð, at áðrenn tokið varð uppfunnið, var einki, sum æt ein tokvanlukka.

Tað, at nøkur ókvæmisorð gleppa í einari privatari samrøðu, er ivaleyst ikki at samanbera við eina tokvanlukku, men vit kunnu staðfesta, at áðrenn internetið varð uppfunnið, var einki, sum æt stroyming við øllum tí, sum har til hoyrir – bæði av jaligum og neiligum.

Hvussu tey koma víðari í Tjóðveldi, eftir at forkvinnan í tingbólkinum skýrdi partamann sín – sum enntá røkir tignarliga formanssessin í Løgtinginum – at vera ein egoistiskan psykopat, er upp til tey bæði. Orðini eru farin um allar geilar, og tó at tað onkuntíð verður sagt, at “sagt orð tekst ikki aftur”, so er hetta ivaleyst rætta loysnin, um hugsað verður politiskt.

Tað, sum dømið við tokinum og tokvanlukkuni skal ímynda í hesum føri, er at vit hava ein annan veruleika í dag, enn tann sum var fyri eini 20 árum síðani. Orðini hjá George Orwell úr bókini “1984”, har Big Brother – stóribeiggi – fylgir við, gerast sjónligari fyri hvønn dag. Ovurbrúk av tøkniligum amboðum geva okkum ávísar møguleikar, men tað, sum ikki øll hugsa um er, at hetta brúk samstundis avmarkar okkara persónliga frælsi. “Big data” við stórum algorytmiskum skipanum á internetinum skráseta alt, sum vit gera har. Tú fært ikki longur farið inn á eina heimasíðu, uttan at tú fyrst skal góðtaka, at heimasíðan brúkar smákøkur (cookies). Tá tú hevur gjørt tað, verður alt, sum tú gert inni á hesi síðu skrásett og sett í skipan, soleiðis at fyritøkur kring heimin kunnu finna útav, hvør tú ert. Á tann hátt ber til at senda tær upplýsingar, ella rættari lýsingar, sum serliga passa til tíni áhugamál.

Eg nevni hetta fyri at vísa á, at tøknin kann taka ræðið í ein ávísan mun. Og soleiðis er eisini við hesari stroymingini, sum er blivin so útbreidd. Tjóðveldi vildi røkka enn longri út, og valdi sær eina modernaða tøkniliga loysn, men hugsaði ikki um teir vandar sum kunnu vera. Endin var ikki nøkur tokvanlukka, men onkur í flokkinum man hava reyð oyru eftir hendingina, og næstu ferð hesin tøkniligi møguleikin verður brúktur ókritiskt, fer onkur óivað at hava fingrarnar á knøttunum.

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður