Kjak

Oddagrein: Sandoyggin á breddan

Á ein hátt kann hetta kallast ein marglætistrupulleiki og nakað, sum sandoyingar mugu liva við, tí hann verður loystur av sær sjálvum, tá tunnilin er liðugur. Og tað er eisini rættiliga paradoksalt, at tunnilin, sum sandoyingar hava longst eftir so leingi, nú skapar stórar samferðslutrupulleikar

Á ein hátt kann hetta kallast ein marglætistrupulleiki og nakað, sum sandoyingar mugu liva við, tí hann verður loystur av sær sjálvum, tá tunnilin er liðugur. Og tað er eisini rættiliga paradoksalt, at tunnilin, sum sandoyingar hava longst eftir so leingi, nú skapar stórar samferðslutrupulleikar

2019-12-06 07:35 Author image
Emil L. Jacobsen

Tey seinastu tvey bløðini hava vit havt Sandoynna á breddanum. Tað eru spennandi tíðir í oynni, nú sjøtil er settur á Sandoyartunnilin, sum um nøkur ár fer at knýta oynna saman við meginøkið. Sandoyartunnilin verður fjórði undirsjóvartunnil í landinum. Vágatunnilin og Norðoyatunnilin høvdu sum vera man stóra ávirkan á lokalsamfeløgini har, men kortini tora vit at siga, at Sandoyartunnilin væntandi fer at fáa upp aftur størri ávirkan á lokalsamfelagið í Sandoynni.

Leingi hevur verið tosað um Sandoynna sum eitt slag av útoyggj, hóast talan er um eina av størstu oyggjum í landinum. Og serliga borgarstjórin í Skopun, Gerhard Lognberg, hevur verið ógvuliga greiður á máli um, at uttan ein undirsjóvartunnil doyr Sandoyggin út.

Nú er arbeiðið upp á tunnilin loksins byrja, og so stinga aðrir, átrokandi trupulleikar seg upp. Í farnu viku royndu vit at lýsa vaksandi virksemið í oynni, og hesa vikuna lýsa vit ein trupulleika, sum er komin í kjalarvørrinum av tunnilsarbeiðnum og tí økta virkseminum annars í Sandoynni.

Trupulleikin er ikki nýggjur sum so, men hann er vorðin serliga sjónligur nú. Og tað er, at Teistin, sum í dag er einasta ferðasamband til og úr oynni, er ov lítil til at flyta bæði ferðafólk og farm um Skopunarfjørð. Á ein hátt kann hetta kallast ein marglætistrupulleiki og nakað, sum sandoyingar mugu liva við, tí hann verður loystur av sær sjálvum, tá tunnilin er liðugur. Og tað er eisini rættiliga paradoksalt, at tunnilin, sum sandoyingar hava longst eftir so leingi, nú skapar stórar samferðslutrupulleikar.

Mikudagin bórust so tíðindini um, at landsstýrismaðurin ætlar at bera so í bandi, at ein nýggj farmaferja verður keypt, sum skal loysa trupulleikan. Hetta er ein skilagóð loysn, sum gagn eisini kann fáast av aftan á at Sandoyartunnilin er liðugur. Tí tað er ikki bara á Sandoyarleiðini, at Strandferðslan er undir trýsti – spyr bara nólsoyingar og fyri sovítt eisini suðuroyingar. Eitt nýtt avloysaraskip er á veg og verður liðugt í 2020, og við eini farmaferju afturat henni eru útlit fyri, at ein meira varandi loysn nærkast trupulleikanum, sum Strandferðslan hevur havt seinastu árini við manglandi avloysaraskipum.

Og tað er at gleðast um. Alt gott um undirsjóvartunlar, men eitt oyggjasamfelag sum okkara má og skal hava væl virkandi sjóvegis samband, har tað ikki er koyrandi. Tað sigur seg sjálvt.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður