Heimatíðindi

Oddagrein: Samstarv er vegurin fram

Oddagrein: Samstarv er vegurin fram
2018-04-20 10:49 Author image
Georg L. Petersen

Í 80-unum var mikil orðadráttur og politiskt rumbul, tá nýggj brennistøð skuldi byggjast. Áðrenn hetta var lítið skil í ruskinnsavningini kring landið, og nógva staðni settu ruskpláss ein óunniligan dám á náttúruna. Í høvuðsstaðnum  var brennistøðin og ruskplássið í Havnardali ein skamplettur, sum enntá í dag vísir sítt ljóta andlit, tá gamalt rusk arbeiðir seg upp gjøgnum svørðin.

Tá brennistøðirnar loksins komu í 80-unum, og ruskinnsavningin varð skipað, vórðu tvær bygdar – onnur í Havn, hin í Leirvík. Eingin vildi sum útgangsstøði hava tær, men í dag vil eingin av við tær aftur. Tá brennistøðin á Hjalla í Havn varð umvæld og nýggjur ketil settur upp fyri 30 milliónir krónur í 2014, varð ynski sett fram um at byggja eina stóra brennistøð fyri alt landið. Politikarar í Havn og Eysturkommunu tosaðu fyri tí eins og leiðararnir, men tá varð brádliga vent í holuni – eingin vildi av við brennistøðirnar aftur. Og nú brennistøðin á Hagaleiti skal hava nýggjan ketil, hevur IRF eisini boðað frá, at best hevði verið við einum samstarvi um eina nýggja felags brennistøð fyri alt landið um eini fimtan ár. Men skal hetta henda, má politiskur vilji til, og tað má ikki aftur enda í kegli um, hvar hon skal staðsetast, antin tað verður á Hjalla, Hagaleiti ella onkra heilt aðrastaðni.

Tá, í 2014, kyknaði stríð so spakuliga aftur, tí politikararnir í Eysturkommunu og Tórshavnar Kommunu vildu draga hana til sín – í Havnini er týðandi partur av fjarhitakervinum knýttur í brennistøðina, og í Eysturkommunu veitir brennistøðin orku til Høvdavirkið. Ta heilt øvugta stríðið í mun til tað, sum var í 80-unum, tá eingin vildi kennast við støðirnar.

Uttan samstarv kemur eingin støð, tí í 2014 varð mett, at ein felags brennistøð fer at kosta omanfyri 500 milliónir krónur at byggja. Tá skulu kommunurnar veruliga leggja rygg til, og spurningurin er, um tær megna tað ella landið skal inn í myndina. Ein so stór og dýr støð má eisini kunna gagnnýta ta orku, sum verður framleidd, og tá er spurningurin hvar hon ger mest nyttu. Antin tað er til vinnuvirki ella umvegis fjarhitakervi. Politikararnir mugu í hvussu er taka spurningin upp nú, um nakað skil skal vera í planleggingini.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tann eg eri og tann eg var

Tann eg eri og tann eg var

Hann hevur vunnið alt, sum vinnast kann. Hann er sum einasti útlendingur blivin tilnevndur til týsku sjónleikaheiðurslønina...

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður