Kjak

Oddagrein: Rottan má steðgast

2019-11-15 10:19 Author image
Emil Jacobsen

Tað verður so ofta sagt, at vandi er í allari vælferð. At sjálvt um tað sær út til at ganga væl, eru altíð onkrar keðiligar avleiðingar við, um ikki verður rætt atborið. Vit kunnu taka sjálva vælferðina í samfelagnum sum dømi. Tað gongur væl í samfelagnum, og vælferðin er høg, men tað er ein vandi, at um tað gongur ov væl, kann fallið gerast tað ógvusligari, um vit ikki eru á varðhaldi.

Tað sama kann sigast um Sandoyartunnilin, sum eftir fleiri ára bíðitíð nú loksins er í gerð. Tað er eingin ivi um, at tunnilin fer at hava meiri vælferð við sær til Sandoynna, og at oyggin fer at mennast, tá hon fær vegasamband við meginøkið.

Men sum Bergur Olsen vísir á í áhugaverdari grein í blaðnum í dag, kann Sandoyartunnilin eisini hava keðiligar avleiðingar við sær fyri oynna. Tað eru meir enn 250 ár síðani rottur komu til Føroya fyrstu ferð, men enn eru fleiri oyggjar slopnar undan hesi pláguni – harímillum Sandoyggin.

At ongin rotta er í Sandoynni, er eitt sindur merkisvert, tá hugsað verður um, at tað í nógv ár hevur verið regluligt samband við Streymoynna, men sum tað verður víst á, verður tað ógvuliga trupult at halda rottuni burtur frá oynni, tá undirsjóvartunnilin kemur.

Bergur Olsen setir eisini spurnartekn við, um tað framhaldandi skal vera ein kommunal uppgáva at týna rottur í haga og bjørgum, og tað er eisini ein viðkomandi spurningur, sum eigur at verða tikin upp á rætta stað.

Tað verður ikki lætt at halda Sandoynna rottufría, tá hol kemur ígjøgnum til Streymoynna, men tiltøk eiga at verða sett í verk, sum kunnu tálma rottuni mest møguligt, so hon ikki fær fótin fyri seg í Sandoynni eisini. Og tað er ongantíð ov tíðliga at byrja.

Men tað gevur onga meining bert at hugsa um Sandoynna, um átøk skulu gerast móti rottuni. Sum nú er, er trupulleikin ikki í Sandoynni, men í øðrum oyggjum, so tað er tann vegin, vit eiga at hyggja í stríðnum móti rottuni. Ein heildarætlan fyri alt landið um, hvussu vit kunnu stríðast sum best móti rottuni, hevði verið tað skilabesta og tað, sum hevði givið best meining.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður