Kjak

Oddagrein: Rasisma kann slett ikki góðtakast

2020-09-10 16:30 Author image
Sveinur Tróndarson

Rasisma skal ongantíð góðtakast.

Hvørki í Føroyum ella aðrastaðni.

Seinastu nógvu mánaðirnar hava vit, bæði í útlendskum og føroyskum miðlum, sæð og hoyrt nógv um Black Lives Matter, sum er eitt átak, sum hevur stungið seg upp í samband við umstøðurnar hjá svørtum borgarum í USA.

Tað er einki at siga til, at øsing kemur í, tá munur verður gjørdur á borgarunum, og sjálvt um tað heldur ongantíð er í lagi at brúka sjálvtekt ella at skapa ófrið, so er einki at siga til, at tey littu í USA fara út á geilar at mótmæla atferðini.

Tí rasisma, óansæð hvussu hon sær út, er ongantíð í lagi.

Vit eiga at góðtaka hvønn annan sum vit eru, og sum javnsettir borgarar í einum og hvørjum demokratiskum landi, eiga vit at hava somu møguleikar, líkamikið hvønn húðarlit vit hava.

Eisini líkamikið hvør okkara rasa, tjóðskaparligi ella etniski uppruni, trúgv, kynsligi samleiki er, ella um vit bera brek.

Tað skal ongantíð gerast munur á fólki.

Eisini fótbólturin hevur funnið út av at siga nei til rasismu, tí tað er eitt svínskt vápn, sum verður brúkt til at hevja seg sjálvan uppum onnur. Og tað eigur ikki at koma fyri.

Her í Føroyum duga vit óalmindiliga væl at billa okkum sjálvum inn, at hetta ikki er ein trupulleiki her hjá okkum. Tí soleiðis eru vit ikki. Vit eru góð við hvønn annan og virða hvønn annan so nógv, at øll hava somu møguleikar.

Ella tað halda vit í øllum førum.

Men so einfaldur er veruleikin tíverri ikki.

Tað síggja vit eitt dømi um í blaðnum í dag.

Ein kvinna, sum í 35 ár hevur búð í Føroyum, síðan hon var ættleidd, hevur í nógv ár følt, at hon av nøkrum ikki verður vird og virðismett á sama hátt sum “vanligir”, bleikir føroyingar, tí hon er eitt sindur døkkari á liti enn vit.

Tað verður lýst við einum serligum dømi, sum var tann víðagitni dropin, sum fekk bikarið hjá henni at flóta yvir. Sum var tann hendingin, sum fekk hana at stíga fram og siga hart, at rasisma eisini finst í Føroyum.

Hendingin sjálv nýtist ikki at hava havt so nógv uppá seg fyri hini, sum vóru partur av henni. Og tað er heldur ikki vist, at tað, sum tey gjørdu, var illa meint á nakran hátt. Men hjá móttakaranum kendist tað, sum steinur omaná byrðu, og var akkurát tað, sum gjørdi, at byrðan var ov tung at bera.

Hon valdi at siga frá á staðnum og tað ger hon eisini í blaðnum í dag. Fyri sína egnu skyld, men sanniliga eisini fyri yngru synir sínar og ikki minst tí hon er góð við okkara samfelag, sum hon hevur fullgildugur partur av í 35 ár. Tað eiga vit at virða hana fyri og taka trupulleikan til okkum.

ST

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður