Kjak

Oddagrein: Rætturin at vísa sína ónøgd

2019-02-01 08:36 Author image
Leif Láadal

Til komandi løgtingsval verður í minsta lagi ein nýggjur flokkur, sum fólk kunnu velja. Flokkurin hevur fingið sær navnið ”Framtakið fyri rættinum at velja kannabis”, og so er ikki so nógv at ivast í, hvat flokkurin ætlar sær.

Við Dimmalætting sigur Arnfinn Á Birtuni, sum saman við Halli Halgrímsson Djurhuus hevur stovnað flokkin, at talan er um ein ópolitiskan flokk, sum bara fer eftir hesum eina málinum.

– Vónandi fara øll valevnini at skilja meg og Hall, tá vit siga, at vit eru hvørki høgra- ella vinstrasinnað og alt hatta har. Tað er stórt spill av bæði tíð og pengum altíð at skula klúgva Føroya fólk sundur í øllum viðurskiftum, sigur Arnfinn Á Birtuni.

Tað kann tykjast eitt sindur óseriøst at stovna ein flokk, sum hevur eittans evni ella endamál, men tá hugsað verður eitt sindur djúpri um tað, so kann eitt slíkt átak eisini tulkast sum ein uppreistur ímóti verandi politisku skipan og arbeiðsgongdum. Eins og blankar atkvøður, sum í roynd og veru siga teimum flokkum, sum stilla upp, at teir ikki duga tað, sum teir skulu, so er ein flokkur sum Framtakið eisini ein máti at vísa ónøgd. Endamálið hjá flokkinum er so tað, sum tað er, og serliga tá hugsað verður um at gera tað lættari at brúka medisinskt cannabis, so er eisini álvari við í leikinum, men aftanfyri innsavningina av undirskriftum og uppstilling til valið, er eisini eitt signal um, at teir politikarar, sum stýra landinum, ikki gera tað nóg væl – í hvussu so er ikki sambært fólkunum handan Framtakið.

Tað er ikki óvanligt í øðrum londum, at slíkir flokkar við einum einstøkum endamáli stilla upp. Vit hava eisini upplivað tað fyrr í Føroyum, tá ”Hin stuttligi flokkurin” stillaði upp. Sum oftast koma hesir flokkar ikki so langt, men tað kunnu eisini henda veruligar rembingar – til dømis tá ”Piratarnir” stillaðu upp í Íslandi og við valið í 2013 akkurát kláraðu upp um tinggáttina og fingu trý fólk vald. Trý ár seinni fingu Piratarnir 10 altingslimir. Tað serliga við Piratunum er millum annað, at flokkurin ikki hevur nakran formann og avgerðirnar hjá flokkinum í mun til, hvat skal atkvøðast, verða tiknar í mun til tað, sum meirilutin av øllum limunum í flokkinum halda.

  

 

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður