Kjak

Oddagrein: Quid pro quo

2019-12-13 07:47 Author image
Emil L. Jacobsen

Nú árið fer at halla, og leitað verður eftir Ársins orði, er “fútabann” eitt gott boð. Í hálva aðru viku hevur fútabannið, sum landsstýrið bað um mótvegis Kringvarpinum, fylt allar føroyskar, og fyri sovítt eisini danskar, miðlar.

Óhepni landsstýrismaðurin Helgi Abrahamsen hevur úttalað seg eitt sindur, men annars hevur verið lítið at frætt frá landsstýrinum annars um málið. Kringvarpið hevur av givnum orsøkum eisini verið avmarkað í sínum viðmerkingum, og í staðin hava aðrir miðlar borið tíðindi um, hvat famøsa ljóðbrotið, sum Kringvarpið fekk fatur á, veruliga snúði seg um.

Men var tað nú veruliga so álvarsligt, tá samanumkemur? Tað er sum so einki óvanligt í, at tveir samráðandi partar brúka taktikkin, sum kinesarar eftir øllum at døma hava brúkt. “Quid pro quo” – nakað fyri nakað. Hetta er eisini nakað, sum fyrrverandi løgmaður Jóannes Eidesgaard vísir á í blaðnum í dag. So tá kinesarar hava róð framundir – ella beinleiðis hótt við – at eingin fríhandilsavtala millum Føroyar og Kina verður veruleiki uttan so, at Huawei sleppur at royna sítt 5G í Føroyum, er tað ikki nakar óvanligur samráðingartaktikkur.

Spurningurin er so, hví tað hevði so stóran týdning hjá landsstýrinum at forða Kringvarpinum í at avdúka, hvat samráðingarnar snúðu seg um. Ivaleyst vil landsstýrið ikki hava sitandi á sær, at tað verður hótt til at góðtaka nakað undir samráðingum, men tað er eisini hugsandi, at landsstýrið ikki vil hava, at samráðingarpartar missa álitið á landsstýrið. Tí um landsstýrið ikki megnar at halda uttanríkissamráðingar loyniligar, hvør vil so samráðast við landsstýrið?

Tað er ongantíð gott at missa andlit, og so slettis ikki, tá talan er um samráðingar, sum kunnu merkja milliónainntøkur fyri føroyska samfelagið. Og um kinesarar funnu útav, at teirra samráðingarkrøv knappliga vórðu spæld í almenna Kringvarpinum, tí ein landsstýrismaður var gáloysin fyri (hálv)opnari mikrofon, hevði tað sett landsstýrið í eina ógvuliga óhepna støðu.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður