Kjak

Oddagrein: Politiskt snævurskygni

2018-12-14 09:45 Author image
Georg L. Petersen

Herfyri kom fram, at Heilsumálaráðið hevði takkað nei til eina sonevnda Steno diabetesmiðstøð, sum heilivágsframleiðarin skuldi lata gera í Føroyum. Tað einasta sum Novo Nordisk kravdi var eitt umboð í nevndina, sum er heilt nátúrligt hjá einum, sum letur eina stóra upphædd. Gevarin skal jú tryggja sær, at íløgan verður handfarin rætt og skynsamt. Men júst hetta verður annars brúkt sum umbering hjá landsstýriskvinnuni í heilsumálum at takka nei til tilboðið, tí hon segði seg ikki uttan víðari kunna góðtaka, at privatar fyritøkur fingu atgongd til føroyska sjúkrahúsverkið.

Hetta er síðan víst aftur upp á tað harðligasta, og bæði læknar, sum fáast við diabetesviðgerð á Landssjúkrahúsinum, og granskarar hava staðið undrandi og lýtt á tíðindini í miðlunum, sum hava verið teirra einasta kunning. Tí viðgerðin innan heilsuverkið hevur verið sera avmarkað, og kunningin til Novo Nordisk um ikki at taka av er sera stutt og uttan stórvegis grundgevingar.

Tað er ómetaliga skjótt at hyggja eftir tí flokspolitsku litingini av málinum, serliga sæð í kjakarvørrinum av, hvussu fleiri tingfólk úr Tjóðveldi hava funnist at stuðlinum á donsku fíggjarlógini til mentanarhúsið í Klaksvík og gamla hospital í Havn. Hetta skal líkasum vera nakað, við sjálvi kunna taka okkum av, og allur stuðul, kanska serliga um hann kemur úr Danmark, ikki er vælkomin.

Hetta er ein óskiljandi og ómetaliga snævurskygd áskoðan, tí sjálvandi skulu vit taka ímóti tí, sum kann gagna samfelagnum. Her er ikki talan um nakra biddaragongd, men ein áhugi at stuðla upp undir í Føroyum. Grønlendingar hava sjálvsagt tikið av sama tilboði sum stóð okkum í boði um Steno diabetesmiðstøðina.

Um almennu Føroyar støðugt seta seg upp ímóti øllum sum kann gagna okkum, verður galin endi, tí vit fáa ringt orð á okkum, og tað loysir seg betur at leita aðrastaðni við sínum stuðli og íløgum. Vit mugu ikki gloyma, at vit í Føroyum hava nógv serstakliga væl útbúgvin fólk, sum heldur enn fegin vilja sleppa upp í part í stórum verkætlanum og spæla ein leiðandi leiklut, heldur enn bara at arbeiða í tí smáa og sum viðfáningar í samstarvi við onnur.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður