Kjak

Oddagrein: Pengar lukta ikki

2019-02-08 07:48 Author image
Leif Láadal

“Non olet” verður sagt á latíni. Hetta merkir umsett til føroyskt: ”Pengar lukta ikki”. Sambært søguni, so stava orðini frá Titus Flavius Vespasianus, sum var rómverskur keisari frá ár 69 til 79. Vespasianus royndi at bjarga búskapinum hjá Rómverjaríkinum við at áleggja ymisk avgjøld. Millum annað setti hann í gildi eina avgjaldsskipan, har tað skuldi kosta at fara á eitt alment WC, og tað fekk son hansara Titus til at ákæra pápan fyri at vera í so víðgongdur í sínum máta at vinna ríkinum pengar. Tá skal Vespasianus hava svarað: Non olet.

Seinni er hetta hugtak vorðið til eina grundgeving fyri, at tað ber til at vinna pening upp á allar møguligar mátar, sjálvt um tað moralska haltar eitt sindur – bara tú heldur teg nøkulunda innanfyri vanlig mørk.

Tað ber, sambært stjóranum í Føroya Tele, ikki til at seta risafyritøkuna Huawei, sum Føroya Tele arbeiðir tætt saman við, í eitt ringt ljós, tí sambært honum, so ger fyritøkan ikki nakað prógvað skeivt. Tað hevur hann ivaleyst rætt í, men tað skerst ikki burtur, at Huawei hevur sín uppruna í einum landi – Kina – sum ikki setir mannarættindi, so sum vit kenna tey her á okkara leiðum, so ovarlaga á dagsskránna. Skal man so lata vera við at samstarva við eina fyritøku, sum kanska hevur øll síni viðurskiftir í lagi, men stavar úr einum landi, har tað heilt víst kundu verið gjørdir nógvir batar á tí fólkaræðiliga økinum? Møguliga, men sum tað verður sagt: Pengar lukta ikki.

Eitt annað føroyskt dømi er Russland. Ein stórur partur av føroyska uppsjóvarfiskinum verður seldur á russiska marknaðinum, og nógvur føroyskur alilaksur fer sama veg. Russland, eins og Kina, virðir ikki mannarættindi á sama hátt sum tað, ið vit meta verða rætt í sonevnda vesturheiminum. Tú kann, eins og í Kina, verða revsað fyri at siga tína grundgivnu atfinningarsomu meining yvirfyri valdinum. Dømir eru millum annað um, at journalistar, sum tora at skriva okkurt, ið gongur ímóti meiningunum og ætlanunum hjá stjórnini, hvørva, ella verða dripin á opnari gøtu. Andstøðuleiðarar fara sama veg. Skulu vit í Føroyum samstarva og gera handlar við slík lond?

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður