Kjak

Oddagrein: Óneyðuga ófantaligur tóni!

2020-08-13 18:30 Author image
Sveinur Tróndarson

Seinastu nógvu árini hevur javnan verið tosað um, hvussu vánaligur føroyskur kjaksiður er.

Heldur enn at grundgeva fyri okkara sjónarmiðum, hava vit ofta lyndi til at fara eftir persóninum, men tað einasta sum tað hevur við sær er, at kjakið fer at snúgva seg um alt annað enn tað, sum tað skuldi.

Tey, sum fylgja við at á Facebook síggja tað eisini, at tónin er vorðin hvassari, ja, til tíðir beinleiðis herskin, og tað er næstan líkamikið hvat evnið er.

Tað kann vera landspolitikkur, tað kann vera lokalpolitikkur og so er tað fótbólturin, sum í ein stóran mun hevur útviklað seg til eina reina happimentan. Tað hoyrir ongastaðni heima, men tað er har kortini.

Tað seinasta á hesi skránni er korona-støðan, har fólk við meiri og, kanska serliga, minni vitan oysa gor og gall úr sær um hesi og hasi, tí tey hava eina meining um alt millum himmal og jørð.

Tað er púra lógligt at hava allar tær meiningar, sum einum lystir, men tað er ikki loyvt at krevja, at onnur skulu liva í samsvari við meiningarnar hjá onkrum tilvildarligum fremmandum. Tað er ikki okkara borð at gera av, hvussu onnur bera seg at, og vita vit ikki við vissu, at hesi fólkini gera nakað skeivt, ja, so gev teimum frið!

Akkurát tí var tað næstan sálarbót at hoyra Jógvan Fríðriksson, bisp, í sjónvarpinum hjá KvF seinasta hóskvøld, har hann segði sína hugsan um, hví so nógv av okkum kortini gera júst tað, at vit leita eftir syndabukkum.

Og hann nært við nakað, sum eftir mínum tykki kann gerast ein stórur trupulleiki fyri okkum sum samfelag.

Tað er hetta við, at vit alla tíðina peika eftir øðrum. Tað eru altíð hini sum hava skyldina. Tað eru altíð hini, sum eru orsøkin til, at vit koma í vanda, og tað tykist vera sagt við einari sannføring um, at tað eru nøkur fólk her á landi, sum av heilum hjarta vilja samfelagnum ilt.

Hetta hava vit eisini hoyrt fleiri ferðir í politiska kjakinum, og faktiskt er tað rættiliga skelkandi, at tað er komið hartil.

Eg nokti at trúgva, at nakar veruliga trýr uppá, at onkur vil hesum samfelagnum ilt. Í mínum hugaheimi stavar hetta, sum so nógv annað, frá vantandi vitan um tey fólkini, sum ein tosar um – ella spillir út, fyri at siga tað sum tað er.

Tað, sum harmar allarmest er, at tað verður ikki hetta sundurlyndi, sum fer at gera, at vit koma sterkari útaftur í hinum endanum.

Tað verður heldur ikki hetta sundurlyndi, sum fer at gera, at vit, tá vit í framtíðini hava tørv á tí, fara at standa saman. Og tað verður so avgjørt ikki hetta sundurlyndið, sum fer at gera, at vit koma heilskapað ígjøgnum hetta stríðið, sum vit sum samfelag nú fara ígjøgnum.

Tí eiga vit at broyta tónan. Beinanvegin.

Vit eru øll góð við hetta landið og tað fólkið, sum her býr. Vit hava, sjálvt um vit hava ymiskar politiskar meiningar, og kanska átrúnaðarliga við, virðing fyri hvørjum øðrum, tí innast inni vilja vit hvørjum øðrum væl.

Tað er lætt at óttast tað fremmanda, og er lætt at lata seg stýra av óttanum. Men tað er ikki vist at tað er tað rætta. Latið okkum tí taka saman hendur og ganga ígjøgnum hetta saman.

Tí tað er sum bispur segði seinasta hóskvøld: Framtíðin byrjar í kvøld!

ST

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður