Kjak

Oddagrein: Óneyðug ørkymlan

2020-07-16 17:00 Author image
Sveinur Tróndarson

- Frá nú av, kunnu vit næstan bara handla skeivt! Nøkulunda soleiðis fullu orðini hjá Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmanni og núverandi landsstýrismanni við heilsumálum, tá hann fyri nøkrum mánaðum síðan dróg saman um tað, sum var hent, síðan koronan gjørdi landgongd her heima.

Hetta skuldi eftir øllum at døma skiljast soleiðis, at myndugleikarnir, tað vil siga, heilsumyndugleikarnir og landsmyndugleikarnir, høvdu verið so skilagóð – og ikki minst heppin – at tað mesta av tí, sum tey høvdu gjørt var rætt. Hetta hevði tá havt ta avleiðing, at vit ongan nýggjan “føroyskan” koronutilburð hava skrásett síðan fyrst í apríl mánað.

Og rætt hevði hann, okkara fyrrverandi løgmaður. Ikki at alt sum myndugleikarnir fóru at gera í tíðini, sum kom, fór at vera skeivt, men nógv.

Her skulu vit ikki fara inn á øll viðurskifti, tað hava vit ikki pláss til, og tí hava vit valt bara at hyggja at samskiftinum.

Og tað kundi av sonnum verið munandi, munandi betur.

Vit hava verið inni á tí, sum løgmaður hevur gjørt, tá tað hevur snúð seg um yngra ættarliðið. Tann eina dagin hevur hann fýst sum eitt óløgi, tí fólk hava skikkað sær so illa og lurtað illa eftir, tann næsta dagin hevur hann klappað og takkað fólkinum, og har er ungdómurin uppi í, fyri at taka væl ímóti boðum og fyri at hava lurtað væl eftir.

Ikki alt hetta kann passa.

So var tað, tá man fór at lata uppaftur.

Fyrst bar einki til, men síðan bar kortini tað mesta til allíkavæl, og sjálvt um man eitt kvøldið ikki kundi rógva kapp, so kundi man tað kortini morgunin eftir – ella nakrar tímar seinni enn tað.

Og sjálvt um fólk ikki kundu fara til jarðarferðir í stórum tali, so kundi man gott spæla bæði fótbólt og hondbólt, um enn hondbóltssambandið valdi at lata vera við tí.

Tað er einki at siga til, at fólk klóra sær í nakkanum og spyrja, hvør kósin er.

Tað bleiv ikki frægari, nú løgmaður og koronaráðgevingin enn einaferð góvu boð, sum peikaðu í hvør sína ætt. Hesaferð var tað um, hvussu leingi barrirnar kundu hava opið á ólavsøku.

Hatta er kleyvarskapur og átti at verið so sára lætt at sloppið undan.

Vit eru eisini fullgreið yvir, at tey, sum hava læknaliga ábyrgd skulu hugsa úr heilsuligum sjónarhorni. Tað er teirra uppgáva, eisini, tá eingin korona er í landinum, tí hon kann koma. Og tað er eisini rætt, at tað kann spjaðast skjótt, um onkur kemur, sum fer í býin.

Men uppgávan hjá politikarunum er at taka tær avgerðir, sum skulu takast, og tað skulu teir so bara gera. Men gevið so boð har, sum boð skulu gevast. So øll vita, hvørjar leiðreglur eru galdandi.

Alt annað leggur upp til óneyðuga ørkymlan, sum ikki gagnar nøkrum.

ST

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður