Kjak

Oddagrein: Øll hava ábyrgd

2020-01-10 07:44 Author image
Emil L. Jacobsen

 að eru eftirhondini nógv ár síðani prátið av álvara tók seg upp um, hvussu vit menniskju ávirka veðurlagið við okkara levnaði her á jørðini. Longu í 80-unum bleiv nógv tosað um vakstrarhúsgass og at hol var komið í osonlagið niðri við Suðurpólin.

Men tað var serliga tá komið varð inn í 21. øld, at tosið um veðurlagið veruliga fór at taka dik á seg. Og í dag er veðurlagskjakið púra vanligt á politisku pallunum bæði her heima og uttanlands.

Enn eru deildar meiningar um, í hvussu stórum álvara vit skulu taka veðurlagið og um hvussu nógv vit ávirka tað. Eingin ivi er um, at veðurlagið er við at broytast, og at tað verður heitari. Veðurfrøðilig met verða javnan sligin um allan knøttin, og broytingarnar síggjast eisini við berum eygum eitt nú í Arktis, har ísurin tiðnar skjótari enn vanligt og ger tilveruna truplari hjá djóralívinum har.

Summi siga, at slíkar veðurlagsbroytingar eru púra vanligar, meðan onnur siga, at tær koma av mannaávum, og at okkurt má gerast.

Undir øllum umstøðum eru hetta broytingar, sum gera, at vit ikki kunnu lata sum luft. Men hvønn mun kunnu vit føroyingar gera, verður ofta spurt. Vit kunnu ímynda okkum, um aðrir bólkar við 50.000 fólkum spurdu tað sama. Hvat nú um til dømis allur býurin Herning í Danmark segði, at vit gera einki fyri at minka um okkara útlát, tí vit eru bara ein dropi í havinum?

Vit føroyingar hava tað ofta soleiðis, at vit eru ein serstøk tjóð og eitt serstakt fólk, men samstundis vilja vit ofta sleppa undan nógvum av teimum skyldum, sum onnur hava. Okkum dáma væl at greiða frá, hvussu vit liva av náttúruni, hvussu burðardygt grindadráp er, og at vit hava heimsins reinasta hav. Samstundis halda vit ikki, at tað er neyðugt hjá okkum at minka útlátið av vakstrarhúsgassum, tí “tað eru jú hini, sum dálka okkara hav og okkara grind. Vit eru bara ein dropi í havinum.”

Hesin dupultmoralurin eigur at halda uppat. Tað kann ljóða øgiliga ljósareytt, men tað er ein veruleiki, at vit eru øll partur av hesi jørð, og at vit øll hava somu ábyrgd fyri henni. Eisini sjálvt um vit bara eru á stødd við Herning í fólkatali.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður