Kjak

Oddagrein: Neyðug átøk í ferðsluni

2019-10-04 10:47 Author image
Emil Jacobsen

Tað verður ofta sagt, at lógin, sum oftast verður brotin, er ferðslulógin. Fyri at siga sum er, so kann eingin av okkum siga seg ongantíð hava brotið ferðslulógina, tí hvør hevur ongantíð koyrt skjótari enn mest loyvdu ferð í einum ávísum øki? Og um vit skulu fara heilt niður í smálutir, so er tað at ikki nýta blunkiljós, tá tú eigur at nýta tey, eisini eitt brot á ferðslulógina.

Við øðrum orðum eru vit øll lógbrótarar, tá tað kemur til ferðslulógina, men samstundis er ferðslulógin ein tann lógin, sum riggar best. Talan er um eina universala lóg, sum er rættiliga eins alla staðni í verðini, og tað er í grundini merkisvert, at tað ikki henda fleiri ferðsluóhapp enn tað gera, tá so nógv akfør eru á vegunum. Ein av høvuðsgrundunum er, at øll kenna grundleggjandi partarnar av ferðslulógini og vita, hvussu tey skulu bera seg at í ferðsluni. Sum oftast gongur ferðslan í einum jøvnum og støðugum streymi, har øll kenna spælireglurnar.

Men kortini henda vanlukkur. Fyrsti bilurin kom til landið í 1922, og seks ár seinni kravdi ein føroysk ferðsluvanlukka sítt fyrsta mannalív. Síðani tá eru út við 300 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum. Í 1970-unum stóð heilt illa til – bara í 1974 doyðu 13 fólk í ferðsluni í Føroyum – og tí vórðu stig tikin til at stovna eitt ferðsluráð, sum seinni bleiv til Ráðið fyri ferðslutrygd (RFF).

Seinastu árini hevur RFF staðið fyri átøkum, sum skulu minka um vandan í ferðsluni. Eingin ivi er um, at tveir teir størstu vandarnir eru rúsdrekkakoyring og ov nógv ferð, og RFF hevur ofta við átøkum víst á vandarnar við hesum báðum. Og nú kemur RFF við enn einum átaki, sum vónandi fer at fáa fólk at hugsa seg betur um, tá tey sita við róðrið, og ikki koyra ov skjótt.

Tað er neyðugt við slíkum átøkum, og sigast má, at lýsingarátøkini hjá RFF altíð teljast millum tey sjónligastu og mest kreativu. Tað eigur ráðið rós fyri, og vónandi gera átøkini eisini mun.

Tað eru nógvir bilar í Føroyum, og ferðslan veksur í hvørjum. Tí er neyðugt at vera á varðhaldi, hóast bilarnir og vegirnir í dag eru betri enn teir vóru í 1970-unum. Tí sjálvt um gamla null-hugsjónin um, at eingin skuldi doyggja í føroysku ferðsluni, kundi tykjast veruleikafjar, so er tað altíð tað, vit eiga at stremba eftir.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður