Kjak

Oddagrein: Náttúran hevur ringa tíð

2019-09-20 10:25 Author image
Emil Jacobsen

Eitt mál, sum fylti rættiliga nógv í valstríðnum, var gonga í hagunum, og hvussu vit skulu bera okkum at við at taka atlit til allar partar – sum fyrst og fremst eru hagaeigararnir og ferðavinnan. Hartil kann sigast, at náttúran má metast at vera týdningarmiklasti partur í málinum, men hon hevur onga rødd sjálv, men má fáa onnur at tala hennara søk.

Í blaðnum hesaferð rópa hagaeigarar aftur varskó, og hesaferð er talan um hagan við okkara hægsta fjall, Slættaratind. Formaðurin í hagastýrinum sigur tað vera komið so langt nú, at tað er bara eitt av tveimum at gera: Antin taka teir pengar fyri at ganga í haganum, ella sleppur eingin at ganga í haganum.

Hetta er bara ein av fleiri ábendingum um, at tað hevur skund at finna eina loysn, og tað skal vera ein loysn, sum allir partar so ella so kunnu liva við.

Undir valstríðnum tóktust allir flokkar vera samdir um, at føroyingar ikki eiga at gjalda fyri at kunna ganga í haganum, men so er neyðugt við eini loysn, har munur verður gjørdur á ferðafólkum og føroyingum – og hvussu tann munurin skal staðfestast, kann gerast trupult at gera av. Skulu føroyingar, sum búgva uttanlands, men koma heim í summarfrí, til dømis gjalda fyri at fara ein túr í hagan? Og hvat um teir hava útlendskar gestir við? Eru tað so bara gestirnir, sum skulu gjalda?

Undir valstríðnum segði Jørgen Niclasen, at hansara flokkur, Fólkaflokkurin, skuldi fáa greiði á hesum upp á ein ella tveir mánaðir. Tað bleiv í staðin Sambandsflokkurin, sum fekk hetta málsøkið at umsita, og nýggi landsstýrismaðurin tykist greiður yvir, at nógvu atlitini kunnu gera, at tað tekur longri tíð enn so at finna eina brúkiliga loysn, sum allir partar kunnu taka undir við.

Men einki er at ivast í, at hetta eigur at fáa høga raðfesting í vinnumálaráðnum. Í grundini snýr tað seg ikki mest um, hvussu nógvar pengar ferðavinnan kann fáa inn ella ikki, og tað snýr seg heldur ikki mest um, hvussu nógv virði hagaeigararnir missa við, at hagin slítist. Tað snýr seg um okkara náttúru, sum vit eru so errin av.

Hagaeigarar og ferðavinnan hava ikki tíð at bíða ov leingi. Tað hevur náttúran heldur ikki.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður