Heimatíðindi

Oddagrein: Myndin er ikki so einføld

2018-06-22 11:50 Author image
Georg L. Petersen

Sjúkrahúsverkið tørvar pening, sum ikki einaferð, og hevur ein bráðfeingis tørv. Tí heitti leiðslan, eftir sjálv at hava funnið sparingar fyri tíggju milliónir krónur, á Fíggjarnevndina um somuleiðis tíggju milliónir krónur – úrslitið varð, at Fíggjarnevndin játtaði sjey milliónir krónur, so ein rokning frá danska sjúkrahúsverkinum kundi rindast. Tað vil siga, at allar sparingar standa við og at nakað helst má sparast afturat, áðrenn Løgtingið kanska, kanska ikki, gevur sjúkrahúsverkinum eina eykajáttan á ólavsøku. Tað kann leiðslan ikki brúka til nakað, og orð sum álit er ikki nóg mikið – handlar leiðslan upp á eina væntaða játtan, sum ikki kemur, situr hon við skegginum í postkassanum, meðan politikararnir kunnu tváa sínar hendur.

Í kjaki týskvøldið varð millum annað víst á, at eldrabyrðan er ein høvuðsorsøk til nógv øktu útreiðslurnar. Fólk liva longur og tað leggur trýst á bæði heilsuverkið og eldraøkið sum heild. Tað er líkasum rótin til økta tørvin. Tey eldru kenna tað, sum tey eru til byrðu fyri samfelagið, hóast fleiri teirra arbeiða longur í dag, enn tey gjørdu fyri árum síðan.

Men so einføld er myndin ikki – tað eru uttan iva fleiri aðrar orsøkir enn bara tey eldru. Kring allan knøttin eru vit vitni til, at fólk viga ov nógv og vælferðasjúkurnar krevja eisini sítt av heilsuverkinum. Hjartasjúkur, diabetes 2 og aðrar eru ofta, um enn ikki bara, tengdar at okkara livihátti og munnu eiga líka stóran leiklut í øktu útreiðslunum á sjúkrahúsverkinum. Men tað er bara ikki líka lætt at siga – tað er nógv lættari at siga, at tað eru tey gomlu, sum eru høvuðsorsøkin til øktu útreiðslurnar innan sjúkrahúsverkið.

Tað hevur áður eisini verið ein afturvendandi trupulleiki við dýrum heilivági, sum ikki bara er ætlaður teimum gomlu, men ungum fólkum við álvarsligum sjúkum, sum áður ikki kundu viðgerast nøktandi. Í okkara grannalondum, millum annað Noregi, hava politikarar tikið eitt ógvusligt og ópopulert stig, at siga nei til nógvan av hesum heilivági, tí tað kostar ov nógv. Í Føroyum hava okkara politikarar heilt slept bremsuni. Tað er sympatiskt, men tað mugu politikararnir so eisini taka avleiðingarnar av – og ikki bara leggja alla ábyrgd á pensjónistarnar.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður