Kjak

Oddagrein: Múrurin fall

2019-11-08 09:37 Author image
Emil Jacobsen

Í hesum døgum eru 30 ár síðani Berlinmúrurin fall, og slóðað varð fyri sameiningini av Eystur- og Vesturtýsklandi. Við tí sameiningini bleiv Týskland størsta og máttmiklasta land í Evropa og hevur verið tað síðani.

Millum søgufró verður ofta sagt, at evropeiska søgan í 20. øld kann skrivast millum 1914, tá fyrri heimsbardagi brast á, og 1991, tá Sovjetsamveldið fór at detta sundur. Hini árini hendi ikki ”tað stóra” av søguligum týdningi, hóast tað kann sigast at vera søgulig stórhending, at Russland í 1905 bleiv fyrsta evropeiska land at tapa eitt kríggj móti landi uttanfyri Evropa.

Í øllum tí, sum hendi í eysturevropa í 1989-91, mugu hendingarnar í Berlin og DDR í oktober og november í 1989 bólkast sum ein avgerandi tilburður. Múrurin, sum býtti Berlin upp í tvey, var ímyndin av sjálvum kalda krígnum og av uppbýtinum millum kapitalistiska vesturevropa og kommunistiska eysturevropa. Tá múrurin fall, vistu øll, at verðin fór at broytast. Jarntjaldið skrædnaði, og knappliga bleiv hurðin inn í kanska mest afturlætna landið í Evropa sparkað upp.

Bjartskygnið og gleðin vóru stór í november 1989, men tað vísti seg skjótt, at sameiningin av Týsklandi ikki bleiv so løtt sum vónað, og í staðin fyri eina reina sameining bleiv heldur talan um, at Vesturtýskland tók DDR inn undir seg. Eysturtýskarar kendu seg ofta illa í framkomna Vesturtýsklandi, og vesturtýskarar høvdu lyndi til at síggja niður á eysturtýskarar sum meira afturstandandi og fátækari fólk. Kend er søgan um eysturtýskaran, sum sigur við vesturtýskaran, at ”vit eru eitt fólk”, og vesturtýskarin svarar ”tað eru vit eisini.” Tað hevur tikið langa tíð at viska munirnar burtur, og teir síggjast enn í týska samfelagnum.

Í dag hevur týska samfelagið tó aðrar trupulleikar at dragast við. Nú eru tað ikki eysturtýskarar, men tilflytarar úr serliga arabisku londunum, ið skulu finna sítt fótafesti í Týsklandi, sum saman við Fraklandi er tað landið í Evropa, sum tekur ímóti flest flóttafólkum. Týskland hevur síðani sameiningina onkursvegna tikið leiðsluna í Evropa, og tað hevði neyvan borið til, um talan enn var um eitt uppbýtt land. Og tað er bert ein av mongum avleiðingum av tí, sum hendi fyri 30 árum síðani, tá múrurin fall.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður