Kjak

Oddagrein: Mínir vinir

2019-05-31 09:58 Author image
Leif Láadal

Hetta við at brúka og misbrúka sonevndu sosialu miðlarnar er nakað, sum vit í hesum døgum eru vitni til.

Fólkatingsvalið er á gátt, og nú vit tosa um val, so er ikki so long tíð til løgtingsvalið, og tá verður ivaleyst rikið enn meira á teimum sosialu miðlunum.

Facebook er blivið eitt slag av almennum palli, har fólk siga tað, tey hava hug til, ella leggja onkra mynd út. Tað plagar at rigga, tá øll eru á somu rók, soleiðis at tann pallurin ikki verður misbrúktur alt ov nógv. Men politikarar kunnu ikki halda sær. Tað at kunna røkka so nógvum fólkum – eisini í mun til tær løgnu algoritmur, sum Facebook brúkar – er ein funnin fressur hjá teimum, sum stilla upp.

Men hvør er tín “vinur” og hvør er politikarin?

Okkurt valevni, sum stillar upp til Fólkatingsvalið hesaferð – og óivað til komandi løgtingsval – hevur boðað frá, at nú val er fyri framman, vil viðkomandi skriva hesa og hasa politisku viðmerking á Facebook, ella gera sær nakrar hugleiðingar í mun til komandi val. Viðkomandi skrivaði enntá, at tað var í lagi, um “vinirnir” blokeraðu seg hesa tíð.

Her er bland komið í. Tað, sum tey flestu hugsa, tá vit hava við Facebook at gera, er at “vinaskarin” er eitt slag av ópolitiskum felag? Tí er tað løgið, at politikarar misbrúka hendan pall.

Tað ber til at gera sær ein virkisprofil á Facebook. Har kann politikarin agitera so galið, sum viðkomandi vil, uttan at koma í andstøðu við sínar “vinir”. Men flestu føroysku politikarar eru ov seinir á sjóvarfallinum, og velja tí heldur at spamma (órógva) sínar “vinir” á sínum persónliga profili, nú valið nærkast.

Tað er skilligt, at politikarar, sum stilla upp, brúka teir møguleikar, sum eru tøkir fyri fáa síni sjónarmið og tankar ígjøgnum, men hava politikararnir ikki eisini vinfólk, sum hava eina aðra politiska meining? Jú, sjálvandi hava teir tað. Tí er hetta rák, har bland kemur í vinaskara og politikk, nakað, sum órógvar.

So vælsignaðu politikarar: Brúkið teir pallar, sum kunnu og skulu brúkast, tá tit vilja boða tykkara boðskap. Ikki blanda vinalag og politikk.

 

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður