Kjak

Oddagrein: Milliónir reka í havinum

2020-02-21 09:58 Author image
Emil Jacobsen

Tað er einki nýtt fyri føroyingar, at milliónir eru at fáa í havinum. Og her tosa vit um milliónir av krónum. Vit hava fyrr havt bæði silda- og makrelævintýr, og føroyingar hava í nógv ár dugað at drigið milliónavirðir upp úr havsins dýpi.

Nú eru sannlíkindi fyri, at eitt nýtt ævintýr kann taka seg upp. Bæði á Havstovuni og hjá Fiskivinnuroyndum eru tey sera spent uppá sonevnda reyðætið, sum serliga finst í Bankarennuni. Enn er fiskiskapurin eftir hesum lítla djórinum í stóran mun á royndarstigi, men norðmenn eru farnir undir vinnuligan fiskiskap eftir reyðæti.

Reyðæti er ikki stórt djór, á stødd við eitt rískorn, men tað kann eisini gerast til eitt gullkorn fyri føroyska vinnu – ikki minst tí tað er so nógv til av tí. Næst eftir gróðurin av plantuæti er reyðæti okkara størsta havtilfeingi. Tað hevur áhuga fyri alivinnuna, og tað, at tað eru so nógvar omega 3-feittsýrur í reyðæti, ger tað eisini áhugavert sum mannaføði, tí nógv lýsi er í reyðætinum.

Í mong ár hava føroyingar livað av tí, sum havið hevur givið okkum. Nógv ríkidømi er eisini komið upp á land úr havinum, og vit í Føroyum kunnu kenna okkum heppin at hava eitt so stórt ríkidømi rundan um okkum. Ótømandi er tað ikki, men tað er reinari og sunnari enn flest onnur støð á klótuni.

Fólkatalið á jørðini veksur skjótt, og størri og størri trýst verður lagt á landbúnaðin at breyðføða vaksandi fólkatalinum. Nógv nevna havsins tilfeingi sum loysnin uppá hendan møguliga trupulleikan, tí havið er so risastórt, og matgoymslurnar í havinum eru samsvarandi risastórar. Føroyska sjóøkið og tað, sum livir undir Føroyum, kann skjótt fáa upp aftur størri virði enn tað hevur í dag.

Men vit føroyingar vita eisini av royndum, at matgoymslurnar í havinum eru ikki ótømandi. Tað kann ganga skjótt hvønn vegin, ikki minst um vit ikki duga at røkja okkara stovnar. Tí hevur tað eisini týdning at finna nýggjar vinnuvegir á sjónum, og her er reyðætið ein upplagdur møguleiki. Ein fyrimunur við reyðætinum er eisini, at tað er so nógv til av tí, at burðardygd ikki er nakar trupulleiki.

Fyrstu tilsøgnirnar til royndarloyvi eru nú givnar. Hetta er sum vera man ikki ein vinna, sum fæst upp at koyra eftir einum degi, men sjøtil verður nú vónandi settur á, so okkara fiskivinna kann gerast upp aftur meira fjølbroytt.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður