Kjak

Oddagrein: Longsti dagur

2019-06-21 10:01 Author image
Emil Jacobsen

Í dag, 21. juni, er longsti dagur á árinum. Og hóast summarveðrið higartil í ár hevur verið so sum so, kunnu vit staðfesta, at nú er hásummar í Føroyum, og at tað aftur fer at ganga móti myrkari tíðum.

Summarið í Føroyum er stutt, og tað kennist sum um tað júst er byrjað. Kanska besta fráboðan um, nú er summarið komið, er Norðoyastevnan, tá útvarpið spælir summarstevnuvalsin, og fyrsti FM-kappróðurin fer í gongd. Tað var fyri trimum vikum síðani.

Í juni og juli er stutt millum stevnurnar, og harafturat koma tónleikafestivalar og onnur tiltøk, sum seta dám á summarið. Gomlu bygdastevnurnar hava seinastu árini ikki havt heilt somu undirtøku sum fyrr, og ivaleyst er tað í stóran mun kappingin frá festivalum og øðrum tilboðum, sum gera tað. Satt at siga kann tað onkuntíð vera torført at fáa eyga á, hvat summarstevnurnar eru til, annað enn kappróðurin, tí tær fylla eftirhondini rættiliga lítið í almenna rúminum, ólavsøkan undantikin.

Hetta vikuskiftið er jóansøka, sum telist millum teir heilt gomlu og siðbundnu summarstevnurnar. Tað eru skjótt 100 ár síðani fyrsta jóansøkustevnan varð hildin, og seinastu mongu árini hava Vágur og Tvøroyri trúliga skift stevnuna sínámillum. Í ár er hon á Tvøroyri.

Ivaleyst fara gomlu bygdastevnurnar eisini at verða í árunum, sum koma – í øllum førum so leingi, vit hava FM-róður – men tað er einki at taka seg aftur í, at bygdastevnurnar hava avbjóðingar. Vit hava nevnt kappingina frá tónleikafestivalunum, men teir stóru festivalarnir eru bara í Havn, í Klaksvík, í Gøtu og í Sørvági. Stevnurnar ferðast út um alt landið. Vit hava nevnt jóansøkuna, men eisini Vestanstevnan og Sundalagsstevnan flyta millum bygdirnar, so øll fáa ein part av køkuni, so at siga.

Tí hevði tað verið spell, um tað skuldi komið so langt, at bygdastevnurnar detta niðurfyri. Men í dagsins samfelag, har alt kann røkkast upp á fá sekund við internetsambandi og eini telefon, er støðuga avbjóðingin hjá summarstevnunum at endurnýggja seg sjálvar. Størsti parturin av landinum er nú bundin saman við vegum, og kappróður og tivoli er ikki nóg mikið hjá summarstevnunum, tá tað er skjótt og lætt at koyra til kappróðurin og koyra heim aftur, so skjótt hann er liðugur.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður