Kjak

Oddagrein: Kynstrið at akta

2020-03-20 09:08 Author image
Emil Jacobsen

Ein ósjónligur fíggindi er komin til Føroya. COVID-19, sum seinastu vikurnar so spakuliga hevur nærkast okkum, trein stillisliga innum gáttina og hevur nú fingið fótin fyri seg millum okkum. Eingin kann longur ivast í, at hetta er ein álvarslig støða, vit eru komin í. Ikki bara Føroyar, men øll londini rundan um okkum, merkja árinini av koronasmittuni, og tað stendur øllum greitt, at tað verður eitt annað samfelag, vit koma aftur til, tá smittan einaferð er hæsað av.

Eins og okkara grannar hava eisini føroyingar fingið boð frá myndugleikunum um, hvussu vit skulu fyrihalda okkum, so smittan ikki breiðir seg ov skjótt ella meira enn neyðugt. Tað er av størsta týdningi, at okkara heilsuverk ikki verður overvað av sjúkuni. Enn er eingin innlagdur orsakað av koronasjúkuni, og tað er at fegnast um, at vit higartil eru sloppin frá at innleggja fólk, men kunnu senda tey í sóttarhald í staðin.

Ein týðandi boðskapur í øllum leiðreglunum er, at tað at fara í sóttarhald, um tað so er kravt ella sjálvboðið, ikki er nakað, tú skal gera fyri tína egnu skyld. Tú ger tað fyri tínar medborgarar. Tey eldru og tey veiku í samfelagnum, sum ikki tola eins væl og tú at verða smittað. Onkur av teimum tosa vit við í blaðnum í dag.

Og tað hevur so ómetaliga stóran týdning at fylgja leiðreglunum. At taka tær í álvara.

Nógv undraðust stórliga um, hvussu tað bar til, at flogfør sluppu at flúgva til Føroya við ferðafólkum, samstundis sum onnur lond stongdu síni mørk. Føroysku heilsumyndugleikarnir góðtóku hetta, og sjálvt um vælútbúnir læknar sjálvsagt hava best skil fyri slíkum, fóru nógv leikfólk út á sosialar miðlar við sínum hugsanum, har tey so ella so gjørdi seg klókari enn fólk, sum eftir at hava lisið í nógv ár hava høgar útbúgvingar á økinum og alt annað líka eiga at vita, hvat tey gera.

Hetta er ikki so ónatúrligt. Ótti og stúran verða blandað uppí, tá nakað so ókent og so ósjónligt sum ein virussjúka hóttir okkara samfelag. Men av tí sama hevur tað alstóran týdning at akta. At fylgja tilmælunum frá teimum, sum veruliga hava skil fyri hesum. Tað kann ikki passa, at leikfólk halda seg vita betur enn serfrøðin, tá tað kemur til virussjúkur.

Tað tykist sum um álvarin nú er farin at ganga upp fyri føroyingum. Talið av smittaðum veksur nú skjótari enn í byrjanini, og tað er sama gongd sum alla aðrastaðni. Tað verður verri, áðrenn tað verður betri. Men tað verður betri. Og tá kunnu vit taka politiskt klandur og brigsl framaftur, um tað hevur so nógv at siga fyri okkum. Men beint nú eiga vit øll at standa saman – í hóskandi frástøðu.

 

ELJ

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður