Kjak

Oddagrein: Kritikkur er mest gevandi í góðum tíðum

2019-01-04 08:24 Author image
Georg L. Petersen

– Vit eiga at síggja ta stóru myndina. Hana, sum gestir okkara síggja. Tí samanumtikið er hon ljós og góð.

Hetta vóru millum orð løgmans, tá hann helt nýggjársrøðuna hesaferð. Hann legði dent á tað góða, og at vit eiga at síggja Føroyar eins og ferðafólkið, sum næstan bara sær tað vakra í hesum landi, framburðin og tey føroysku sereyðkennini, ið mynda okkum sum fólk. Løgmaður helt, at vit ov ofta leggja okkum eftir bara at viðgera tað keðiliga.

Jú, víst klára Føroyar seg væl samanborið við onnur lond. Vinnan tykist sunn, hóast tað eru vandaskýggj at hóma fyri partar av henni, og gjógvin millum sterka vinnulívið og politisku leiðsluna tykist vera størri enn nakrantíð áður. Samstundis eru partar av vinnuni vorðnir so sterkir leikarar í samfelagnum, at teir í ávísan mun eisini stýra politisku kósini landið heldur – tá politikarar hála ein veg, sterka vinnulívið hinvegin, so er tað ofta tann reina fløkja, tá avtornar.

Hvussu er og ikki, so eigur løgmaður at gera sær greitt, at tað júst er í góðum tíðum, at kritikkurin skal vera harðast, so tað er óneyðugt at koma afturum aftur, tá tað fer at ganga hinvegin og siga, at eingin talaði at. Tað var ímyndin av 80-unum, tá miðlar í ringastu krepputíðum vórða lagdir undir ikki at hava gjørt sítt arbeiði, tí eingin spurnartekn vórðu sett.

Kritikkur er hinvegin so nógv. Viðhvørt hevur hann einki annað endamál enn útspilling og niðurgering. Hetta kemur ofta til sjóndar, tá skuldin fyri alt ringt verður løgd yvir á fólkabólkar og fólk við aðrari sannføring. Men kritikkurin kann so sanniliga eisini hava eitt annað andlit, har víst verður á veruligar skeivleikar í samfelagnum, so tað ber til at rætt upp og koma á rætta kós aftur. Hesin kritikkur nýtist í sær sjálvum ikki at vísa á loysnir, men byggja upp undir broytingar, sum politiski myndugleikin skal taka.

Løgmaður skal vera glaður um allan veruligan kritikk, sum kann brúkast konstruktivt í politiska arbeiðinum. Tað er okkara skylda at rópa varskó, um enn tað kann seta okkum í ringt ljós, tí vit “spilla ballið”.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður