Heimatíðindi

Oddagrein: Kanska ov sein á sjóvarfallinum

Oddagrein: Kanska ov sein á sjóvarfallinum
2018-08-03 09:16 Author image
Leif Láadal

"Samlaðu íløgurnar hjá landi, kommunum og vinnu eru í løtuni ov stórar", segði løgmaður í ólavsøkurøðu síni.

"Landið tekur ábyrgd, og vit ætla at drýggja komandi íløgur yvir fleiri ár. Og kommunurnar áttu at gjørt tað sama. Vit varða jú av somu familjum. Tað má kunna bera til. Í felag", legði Aksel V. Johannesen afturat.

Men spurningurin er, um hetta, sum løgmaður tosar um, ikki átti at verið gjørt fyri nøkrum árum síðani. Nógv bendir á, at búskaparvøksturin er við at minka aftur. Tað er framvegis vøkstur á nógvum økjum – tað síggja vit millum annað í lønarútgjaldingum. Men tað eru eisini ábendingar um, at vøksturin er í minking. Inntøkurnar hjá landinum eru nærum hundrað milliónir minni í ár enn somu tíð í fjør (serstaka vinningsbýtið frá Bank Nordik ikki talt við her), og tilmælini frá ICES siga fyri fyrstu ferð í nógv ár, at tað er ráðiligt at minka um bæði makrelfiskiskap og veiðu eftir sild í norðara parti av Atlantshavinum. Sambært norska IMR er orsøkin, at stovnarnir eru ov hart troyttir.

Tað er sikkurt í lagi, at land og kommunur nú fara at halda aftur á íløgusíðuni, tí tey hava brúkt rættiliga nógvar pengar seinnu árini, men hugsa vit um hvussu tað átti at verið, um landið vil tryggja eitt búskaparliga støðugt samfelag yvir longri tíð, so áttu almennu kassarnir at verið fullir nú, og tá so búskaparvøksturin hæsar av, kundi tað almenna sett gongd á ymiskt arbeiði.

Men enn einaferð uppliva vit, at tað almenna og privata hava gingið hond í hond og kappast um at gjørt íløgur. Úrslitið er, at prísirnir hækka óneyðuga nógv, bíðitíðir verða langar og ivaleyst gongur tað út yvir góðskuna á arbeiðinum eisini.

Minka inntøkurnar í samfelagnum, so minkar privati íløguhugurin beinanvegin. Tá tað hendir, so eigur tað í einum vælskipaðum samfelag at vera soleiðis, at tað almenna við tí peningi, sum er lagdur til viks í teimum góðu tíðunum, kann seta ymiskt virksemi í gongd, so sveiggini ikki verða so stór. Men nei. Ikki fyrr enn tað byrjar at ganga skeivan veg, vaknar tað almenna, og tað var tí eitt sindur hugstoytt at hoyra løgmann boða frá í ólavsøkurøðu síni í ár, at tað almenna nú fór at drýggja komandi íløgur. Hesin boðskapur skuldi havt verið borin fram fyri fleiri árum síðani.

  

  

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður