Oddagrein: Kann gerast eitt strævið summar

Kenna vit landsstýrismannin rætt, so ger hann sjáldan nakað so óumhugsað, at talan er um eitt sjálvmál, og nú er væl saktans eingin, sum ivast í, at tað verður trupult at fáa ta lønarhækkan, sum tey høvdu sett sær fyri at fáa

2020-06-12 07:51 Author image
Sveinur Tróndarson

Tað er eitt, sum man í øllum førum ikki kann siga um Jørgen Niclasen, landsstýrismann við fíggjarmálum. Hann broytir ikki kós fyri at sleppa undan einari konfrontatión.

Ikki tí, tað vistu vit frammanundan, men at hann fór at broyta kós fyri júst at renna inn í eitt slíkt ódnaveður, tað kom eitt sindur óvart á.

Seinast í januar mánað gjørdi landsstýrismaðurin við fíggjarmálum semju við Starvsmannafelagið, sum hevði eina lønarhækking við sær. Men tað var sum kunnugt áðrenn korona, og tí royndi hann fyri kortum at venda innaftur í samráðingarhølini fyri at fáa felagið at góðtaka, at seinni parturin av avtalaðu lønarhækkingini, uppá 2,25 prosent, ikki skal setast í gildi kortini.

Kenna vit landsstýrismannin rætt, so ger hann sjáldan nakað so óumhugsað, at talan er um eitt sjálvmál, og nú er væl saktans eingin, sum ivast í, at tað verður trupult at fáa ta lønarhækkan, sum tey høvdu sett sær fyri at fáa

Tað var ein følari, segði hann, men samstundis mælti hann teimum 15 fakfeløgunum, sum enn ikki hava fingið sáttmála við fíggjarmálaráðið, til at vísa hógv. Og tað kann ikki takast sum annað enn ein ávaring til tey 15 fakfeløgini um, at tey veruliga skulu stríðast fyri at fáa somu lønarhækking sum Starvsmannafelagið.

Men hann hevur ikki bara farin í stríð við fakfeløgini. Fyri góðari viku síðan fór hann eisini í stríð við kommunurnar, tá hann við heimild í grein 5, stk. 5 í Kommunustýrislógini frá 2000 noktaði at góðkenna semjuna, sum partarnir gjørdu nett somu semju, sum landsstýrismaðurin sjálvur gjørdi við sama felag.

Kommunurnar eru alt annað enn nøgdar við landsstýrismannin. Sambært teimum gongur landsstýrismaðurin ímóti ætlanunum við heimildini í grein 5, stk. 5 í Kommunustýrislógini.  Hon er har fyri “…at tryggja eitt javnt alment lønarlag og at samsvar er millum lønir hjá landinum og hjá kommunum”. Endamálið er ikki, at landsstýrismaðurin skal brúka lógargreinina til at røkka onkrum politiskum endamáli, sigur Kommunufelagið.

Felagið sigur eisini, at avgerðin hjá Jørgeni Niclasen stríðir eisini ímóti grein 56 í Stýrisskipanarlógini, sum snýr seg um rættin hjá kommununum at skipa egin viðurskifti.

Hvussu alt hetta, sum landsstýrismaðurin ger, skal tulkast, er ein sera áhugaverdur spurningur.

Fólk rógva framundir, at hetta er eitt sjálvmál, og tað kann væl vera. Men kenna vit landsstýrismannin rætt, so ger hann sjáldan nakað so óumhugsað, at talan er um eitt sjálvmál, og nú er væl saktans eingin, sum ivast í, at tað verður trupult at fáa ta lønarhækkan, sum tey høvdu sett sær fyri at fáa.

Ein annar áhugaverdur spurningur er, hvør avleiðingin av hesum verður. Tað vita vit av góðum grundum ikki, men vandin fyri verkfalli ella verkbanni er ivaleyst til staðar, og tættari uppá enn hann hevði verið, um korona ikki gjørdi landgongd í Føroyum. Tey, sum samráðast, og tá tosa vit bæði um privata og almenna arbeiðsmarknaðin, hava í øllum førum fingið tað krútið, sum tey skulu brúka. Spennandi verður at síggja, hvussu tey fara at brúka tað.

Tað er lagt upp til eitt strævið summar…

Meira langlesnaður