Kjak

Oddagrein: Kann ein borgarstjóri vera floksformaður?

2019-04-05 09:09 Author image
Leif Láadal

Tað hevur verið kjakast nógv um, hvørt tað er rætt, at borgarstjórar sita í Løgtinginum. Summir flokkar hava tikið avgerð um, at hetta ikki skal kunna lata seg gera, meðan aðrir hava valt at loyva tí.

Eitt er at hava borgarstjórar í Løgtinginum; eitt annað er spurningurin um, hvat ið kann henda, um hesir borgarstjórar gerast floksformenn.

Tað ber ivaleyst til at hava ein borgarstjóra sum floksformann, uttan at tað hevur við sær, at eitt ávíst øki í landinum fer at verða tikið fram um eitt annað, men hetta er ein torfør uppgáva, tí uppgávan hjá einum borgarstjóra er væl fyrst og fremst at taka sær av sínum lokaløki.

Nógv økir eru eftirhondini løgd út til kommunurnar at umsita, og í flestu førum verða avgerðir á hesum økjum tiknar har, men tað er framvegis soleiðis, at Løgtingið hevur ávirkan á, hvat ið hendir kring landið.

Og eitt er, at ein vanligur tinglimur eisini er borgarstjóri. Er viðkomandi í einum flokki, sum krevur floksdisiplin, er eitt sindur avmarkað, hvussu nógv lokalu áhugamálini sleppa at fylla. Men tá talan er um ein floksformann, sum samstundis er borgarstjóri, vilja lokalu áhugamálini og landsáhugamálini bresta saman alla tíðina. Flokkurin verður ofta myndaður av formanninum, og tískil kann tað enda við, at landsflokkurin verður til eitt slag av lokalum landsflokki. Kanska er hetta ætlanin, men so má flokkurin fáa allar limirnar – sum tá eru eftir – við uppá tað, og síðani melda út, at nú er altso ikki ætlanin longur at føra politikk, sum er best fyri alt landið, men at roynt verður at lívga hesum lokala øki sum frægast.

Er hetta gongd leið? Tað skulu vit ikki svara upp á her. Í einum fólkaræði ber til at gera so, og er ein meiriluti fyri tí, kann bara ein nýggjur meiriluti, sum hevur eina aðra fatan, broyta hetta aftur.

Eitt kunnu vit so staðfesta, og tað er, at ein lokalur landsflokkur hevur avmarkaðar møguleikar at veksa ella halda upp á tingmannatal sítt, um nú atkvøðurnar til flokkin bara skulu hálast inn í einum ávísum øki í landinum.

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður