Kjak

Oddagrein: Kalt vatn í blóðið!

2020-08-06 16:30 Author image
Sveinur Tróndarson

So hendi tað, sum vit vistu fór at henda fyrr ella seinni.

Korona-smittan, sum hvarv úr føroyska samfelagnum tann 8. mai, var í vikuni aftur staðfest at vera í landinum, og so fór alt upp at gartera.

Upp á seg er tað kanska skilligt, at fólk óttast smittuna, tí tað verður sagt og skrivað so nógv um hana, at tað kann illa vera øðrvísi. Men tað gagnar ikki nøkrum yvirhøvur at halda, at deyðin er í durinum, hóast talið av smittaðum brádliga eksploderaði.

Hinvegin er tað næstan ræðandi, og eisini skaðiligt, at lesa tað kjak, sum fer fram, millum annað á sosialu miðlunum, nú smittan er komin aftur.

Velja politikararnir at fylgja “fólksins rødd” á tí økinum, ja, so var alt stongt og afturlatið næstu nógvu mánaðirnar, og vertin á, hvørjar fylgjurnar eru.

Tað er lítið hugaligur lesnaður má man siga.

Tað tykist, sum halda fólk, at útlendingar einsamallir eru orsøkin til, at smittan nú aftur er staðfest í landinum. Um tað er so, vita hvørki vit ella tey, og tað er tað sum ger tað so harm­i­ligt. Tí tað gagnar ikki kjakinum. Tað gagnar ongum yvirhøvur at rópa neyðarróp, tá rópið bara byggir á gitingar ella illgitingar.

Skulu vit taka støði í tí, sum er hent, so kunnu vit í mangar mátar lasta myndugleikarnar fyri vánaligt samskifti við borgararnar. Teir hava verið ótýðiligir, tá teir skuldu vera týðiligir, og teir hava verið ógreiðir, tá teir skuldu vera greiðir.

Tað er óneyðugt, ti tað er við til at grugga boðskapin til borgararnar um, hvussu teir skulu bera seg at.

Vit hava eisini sæð fleiri samskiftisfólk fýlast á júst hetta, at boðskapurin frá myndugleikunum hevur verið ógreiður. Eisini hava fleiri læknar, og ein teirra er eisini í blaðnum í dag, fýlst á, at myndugleikarnir hava ikki lurtað eftir teimum tilmælum, sum heilsumyndugleikarnir eru komnir við um, hvussu neyðugt tað er at kanna so nógv sum tilber.

Tann tíðin er farin, tá tað ber til at gera meira við tað enn at staðfesta, at smittan nú aftur er í føroyska samfelagnum.

Sjálvt útgangsstøðið er kanska verri við tað, at smittan er her, men vitanina og royndirnar um, hvat kann og hvat ber til gera, hava vit. Vit hava eisini tann kapasitetin, sum er neyðugur fyri at gera tær kanningar, sum skulu til, og tí snýr tað seg bara um at koma í gongd.

Ein partur av kjakinum hevur snúð seg um pengar. Um hvør skal gjalda. Akkurát tað hevur tann allarminsta týdningin beint nú. Lutfalsliga upphæddin samanborin við føroysku fíggjarlógina er so lítil, at tað er sum ein dropi í havinum í tí stóru myndini.

Latið okkum tí sláa kalt vatn í blóðið og gera tað, sum skal til fyri at basa smittuni einaferð enn. Vit hava jú gjørt tað fyrr, so vit vita, at tað ber til!

ST

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður