Kjak

Oddagrein: Kærkomin stuðul

2018-11-30 09:12 Author image
Georg L. Petersen

Salt-verkætlanin, Savnsgull og Koltursætlanin vóru ongantíð komnar á mál uttan stuðul uttanífrá, antin tað hevur verið úr Fólkatinginum ella Mærsk-grunninum.  Og nú hoyrdist aftur um tvær verkætlanir, sum fáa stuðul á donsku fíggjarlógini; nevniliga til nýggja mentanarhúsið í Klaksvík og Gamla Hospital í Havn. Tílíkt burdu vit sum føroyingar fegnast um, tí talan er um verkætlanir innan mentanarøkið, sum annars kann vera trupult at fáa fígging til, tá so nógv annað liggur á láni. Á skúla- og mentanarøkinum hevur Glasir drigið til sín, so lítið er eftir til nakað annað, og trupult kann vera at fáa undirtøku til øktar útreiðslur á mentanarøkinum, tá fólk rópa eftir bústøðum og Landsverk bara so dánt klárar at fylla øll spariholini á landvegakervinum.

Men tað eru ikki øll sum fegnast – langt burtur frá. Út frá einum tjóðskaparligum og politiskum sjónarhorni eru tað nøkur sum halda, at tað líkist ongum, at danski staturin stuðlar føroyskari mentan, tí tað skulu vit megna sjálvi. Hetta hevur nakað við stoltleika at gera – men vit kunnu skjótt staðfesta, at hetta líkist heldur ongum, tí um føroyskir politikarar vóru so ernir av okkara mentan, so burdu teir sjálvir fyri langari tíð síðan syrgt fyri, at eingin tørvur var at leita sær eftir stuðli aðrastaðni frá - danska statinum ella ikki.

Eitt dømi er hvalastøðin við Áir, har tað mangla 1,5 milliónir krónur at koma á mál við fyrsta byggistigi, 300.000 krónur til rakstur og 7,5 milliónir krónur at gera støðina nøkunlunda lidna. Men har er ikki eitt oyra sett av á komandi fíggjarlóg, so alt má bíða. Har hevði verið upplagt at leita sær stuðul aðrastaðni frá, tá føroysku politikararnir velja at raðfesta øðrvísi. Støðin hevur stóran týdning fyri okkara søgu og kann eisini brúkast í ferðavinnusamanhangi – men so langt hugsar Løgtingið ikki. Tað loysir seg eftir øllum at døma betur at brúka pening til annað meira ítøkiligt enn til mentan.

So heldur enn at finnast at stuðli aðrastaðni frá, skulu vit fegnast um hvørt oyra, sum kemur hendavegin at styrkja okkara samleika sum føroyingar. Tá er tað líkamikið, um pengarnir koma úr einum donskum ella føroyskum kassa.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður