Kjak

Oddagrein: Jamen, vit hava talufrælsi!

2019-03-01 11:06 Author image
Leif Láadal

“Kjakokrati” var tað onkur, sum rópti tað, tá fólk á ymsum internetsíðum viðmerkja evnir, ella geva sína meining til kennar. Í flestu førum eru fólk siðilig, men tað eru eisini dømir um, at fólk bæði eru ófantalig í sínum orðavali, ella beinleiðis leggja eftir navngivnum fólki, uttan at hald er í teimum álopum, sum verða framd. Tá so funnist verður at teimum, sum ikki duga sær hógv, grundgeva tey við, at tey jú hava talufrælsi.

Tað er rætt, at vit her um okkara leiðir hava talufrælsi. Tú kann siga tað, sum tú hevur hug til, men talufrælsi er avmarkað í tann mun, at um tú sigur nakað, sum kann metast sum lógarbrot, kanst tú dømast fyri eitt nú ærumeiðing. Sum Grundlógin sigur, kunnu øll á prenti, í skrift og í talu almannakunngera sínar tankar, tó við ábyrgd yvirfyri dómstólunum.

Heima í tíni egnu stovu kanst tú siga tað tú vil. Tað, sum grein 77 í grundlógini sigur um talufrælsi og ábyrgd, snýr seg um almennar útsagnir. Trupulleikin við teimum ófantaligu viðmerkingunum á internetinum er, at tær sum oftast verða skrivaðar heima í tínari egnu stovu, men tær fara um alla klótuna. Tað tykist, sum at fólk í summum førum ikki hugsa um, at tað er munur á at sita og skræða seg heima saman við onkrum, tú kennir, og so skræða seg heima hjá sær sjálvum á eini heimasíðu ella í einum sosialum miðli.

Men hví er so neyðugt við hesum avmarkingum í talufrælsinum? Skulu fólk ikki bara kunna skriva tað, sum tey hava hug til eitt nú í einum viðmerkingarteigi á eini tíðindaheimasíðu, sum letur fólk sleppa framat?

Hyggja vit eftir grein 10 í Evropeiska mannarættindasáttmálanum, stendur millum annað, at tað í sambandi við talufrælsi í einum fólkaræði er neyðugt við skyldu og ábyrgd fyri at verja góða siðalagið í samfelagnum. Tað er, sum tað stendur, neyðugt við hesum avmarkingum – ella ábyrgdarreglum – fyri at navn, umdømi og rættindi hjá øðrum verða vird.

Í síðsta enda snýr tað seg um fólkaskikk og siðalagið. Talan er um at stýra rætt á etisku og moralsku leiðini í almenna rúminum. Og almennar viðmerkingar á internetinum eru altso almennar, og sostatt umfataðar av ikki bara talufrælsinum, men eisini avmarkingunum í sambandi við hetta frælsi.

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður