Kjak

Oddagrein: Illa umhugsað av Framsókn

2018-11-02 09:16 Author image
Georg L. Petersen

Herfyri fór ein landsstýrismaður úr sínum sessi, men enn er eingin valdur – og í tinginum hevur Framsókn kastað samgonguna út í eina kreppu, beint sum arbeitt verður við at leggja seinastu hond á eini umsitingarætlan. Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum skuldi samráðast við vinnuna í hesum sambandi, har eisini spurningurin um kvotur ella fiskidagar skuldi vendast. Men við at leggja uppskot um fiskidagar fram fyri komandi ár misti landsstýrismaðurin fultkomuliga luftina og fekk heldur ein frammaná frá sínum egnu samstarvsfeløgum enn stuðul til samráðingarnar.

Hetta er bara enn eitt dømi um, hvussu illa henda samgongan virkar. Hon tykist fultkomuliga virkislamd av innanhýsis stríði, bæði millum flokkar og serliga innanhýsis í Javnaðarflokkinum, har fyrst ein og síðan ein afturat tóku sín stuðul aftur og bert atkvøða frá máli til mál. Har mundi endað heilt galið í sambandi við Fámjinstunnilin, og tað málið spøkir enn, tí ein samgongulimur er farin ímóti samgonguni og hevur sett uppskot fram um at bora Fámjinstunnilin fyrst.

Hvat er so at gera hjá løgmanni? Skal hann ásanna, at einki ber á mál og skriva út nýval, ella skal hann halda fast til eftir nýggjár og vóna, at hann tá hevur vunnið á ringastu brotasjógvunum og brynja seg til eitt komandi val? Velur hann at skriva val út nú, so fær hansara egni flokkur í hvussu er ein lúsing, og spurningurin er, um flokkurin ikki kemur á ting aftur við eini líka politiskt sprøklutari manning sum í dag.

Í Grønlandi valdi forkvinnan í IA at taka seg heilt úr politikki, tí hon vildi ikki standa modell til hvussu politiska landslagið arbeiddi. Hon legði kongin í reinari frustratión, og helst man hesin tanki eisini hava verið og vent hjá løgmanni. Og tað er væl skiljandi, um so er, tí tað er nærum vónleyst at leggja eina linju og fylgja settum málum, tá bæði eins egnu tingmenn og samgonguflokkar virka í ævigum sjálvdrátti og hann ongantíð veit, nær knívurin verður settur í ryggin.

Tá alt kemur til alt eru eingir vinnarar í hesum skitna spæli – bara taparar.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður