Kjak

Oddagrein: Í valstrið við skattaborgarapengum

2019-03-08 11:00 Author image
Leif Láadal

Borgarstjórar fáa sum oftast, um teir stilla upp, nógvar atkvøður til bæði løgtingsval og fólkatingsval. Eitt er, at teir við at vera sjónligir í tí lokala, leggja lunnar undir at verða afturvaldir til bý- ella bygdaráð, men tá tað snýr seg um lands- og ríkispolitikk, hava teir ein ávísan fyrimun í mun til útbreiðslu.

Spurningurin er, um hesir borgarstjórar ikki áttu at slakkað eitt sindur av, tá eitt landsval er í hyggju, í mun til hvussu nógv teir eru frammi í tí almenna rúminum upp á kommunalu skattaborgarans rokning. Her hugsið eg serliga um borgarstjórar í teimum stóru kommununum, sum hava fólk afturat sær, ið dugu at skriva og framhevja viðkomandi borgarstjóra.

Tað er í fínasta lagi, at borgarstjórin hevur áhuga í sínum lokala øki og er har, sum nakað hendir, men ein kann fáa eina kenslu av, at tá nú ein borgarstjóri stillar upp til antin Fólkatingið ella Løgtingið, so verður ferð sett á. Heimasíður hjá kommunum verða fyltar við myndum og røðum hjá viðkomandi, og á tann hátt verða starvsfólk í kommunalu umsitingini til eitt slag av amboði, sum tala fyri einum ávísum valevni, sum í veruleikanum einki hevur við tað arbeiði at gera, ið tey kommunalu starvfólkini annars fáast við.

Er tað í lagi, at eitt nú borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu skal fáa síni embætisfólk at skriva og taka myndir og senda tíðindaskriv til hesar og hasar miðlar, eftir at viðkomandi hevur valt at stilla upp til eitt nú fólkatingsvalið? Er hetta ikki eitt slag av valstríði, sum verður ført og lønt fyri kommunalar skattapengar?

Tað er í lagi, at ein kommunalur politikari stillar upp til eitt landsval, men tá átti viðkomandi at verið somikið at sær komin, at embætisfólkini, sum jú eru lønt úr kommunukassanum, ikki verða brúkt sum amboð í valstríðnum hjá borgarstjóranum.

Hvussu loysa vit so tann trupulleikan?

Jú, okkurt slag av leikbanni ella “karantenu”. Tá ein borgarstjóri hevur valt at stilla upp til lands- ella ríkisval, so steðgar yvireksponeringin á heimasíðum og hetta við at fáa embætisfólk at skriva og taka myndir og útbreiða til aðrar miðlar. So hava øll, sum stilla upp, somu sømdir.

 

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður