Kjak

Oddagrein: Hvørji eru tey veiku?

2020-01-17 09:31 Author image
Emil Jacobsen

Eins og restin av heiminum er føroyska samfelagið í støðugari broyting. Gerandisdagurin í dag er rættiliga nógv øðrvísi enn fyri til dømis 50 árum síðani, og vit hava í dag bólkar í samfelagnum, sum fyri hálvthundrað árum síðani als ikki vóru til – í øllum førum ikki sum bólkar.

Ofta verður tosað um “tey veiku” í samfelagnum. Við hesum verður sipað til teir bólkar, sum onkursvegna ikki eru so væl fyri sum “restin” – tað kunnu til dømis vera tey gomlu ella tey, sum bera brek.

Men við tey veiku verður eisini meint við tey, sum fíggjarliga ikki eru so væl fyri ella sum snøgt sagt ikki klára at fylgja við ferðini. Og her síggja vit eisini broytingarnar, sum hava verið í føroyska samfelagnum seinastu árini. Tí hvørji eru tey veiku í dag?

Fyrr vórðu tey tímaløntu ofta roknað millum tey veiku, men eftirhondini er tímalønin í nógvum yrkjum vorðin so góð, at tað ber til at liva væl av henni – ikki minst nú tíðirnar eru so góðar, og tað er tørvur á arbeiðsmegi.

Fiskimaðurin varð eisini ofta roknaður millum tey veiku, tí hann hevði harðar arbeiðsumstøður og tað kundi vera svikaligt við inntøkuni, sum varð tengd at fiskiskapinum. Men fiskimaðurin í dag er sum heild væl fyri, og umstøðurnar umborð á nógvum av skipinum eru rættiliga góðar.

Vit skulu ikki hyggja eftir fak- ella vinnubólkum í dag fyri at finna tey veikastu í samfelagnum. Millum tey, sum í dag standa veikast í samfelagnum, eru tey, sum ongastaðni hava at búgva ella sum hava ringt við at finna ein hóskandi bústað.

Bústaðarneyðin fylti nógv í valstríðnum í fjør, men hevur als ikki fingið somu umrøðu frá politisku flokkunum síðani valið. Hetta sjálvt um tað er almenn vitan, at tað í dag er rættiliga trupult at finna nakað at búgva í fyri ein rímiligan penga, í hvussu er um ein vil búgva í høvuðsstaðnum ella einum av størru plássunum í landinum.

Vit vilja øll hava fólkavøkstur og fegnast um, at føroyingar flyta aftur til Føroyar, men tað nyttar ikki nógv, um hesi fólkini einki hava at búgva í.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður