Heimatíðindi

Oddagrein: Hví skulu øll gista í Havn?

Oddagrein: Hví skulu øll gista í Havn?
2018-04-13 09:04 Author image
Georg L. Petersen

Støðugt fleiri ferðafólk koma hendavegin og tey flestu fegnast, um enn tað hevur avbjóðingar við sær at skipa hana nóg væl – og so eru tað gistingarmøguleikarnir, sum sigast at vera so avmarkaðir. Júst hetta við gistingarplássunum hevur fingið fleiri a leggja ætlanir fram um at byggja nýggj og stór hotell, eins og tað størsta, Hotel Føroyar, skal byggja munandi út.

Frá tí at fyrstu tíðindi bórust um nýggja hotellbygging eru hópin av nýggjum verkætlanum kunngjørdar. Tað minnir næstan um, tá allar føroyskar bygdir ynsktu flakavirki og bátahylar við tí úrsliti, at einki bar til – virkini løgdu stilt og fleiri smábátahavnir vóru als ikki egnaðar tá avtornaði. Tað skuldi bara byggjast og handla skjótt, uttan at stundir vóru at nærgranska heildarmyndina, tørvin og gera sær ómak.

So at siga allar stóru hotellætlanirnar eru eisini staðsettar í Havn, og spurningurin er, at um tað er so stórur tørvur akkurát í høvuðsstaðnum. Víst eru nógv tilboð í Havnini, men ferðafólk, sum koma hendavegin vegna serligu mentanina, matin og náttúruna, munnu hava líka stóran áhuga at gista aðrastaðni enn júst í Havnini. Tað er sum, at øll ynskjast at tyrpast í Havn, køva hvønn annan og gloyma, at tørvurin á góðum og professionelt riknum hotellum og matstovum man vera nógv størri kring landið. Tað tykist heldur, sum at øll vilja gera tað sama, og so verður ov lítið í part tá avtornar.

Upprunaligu hugsunarhátturin hjá Koks kundi heldur verið fyrimyndin hjá øðrum. Tann matstovan hevur higartil í stóran mun hildið til uttanfyri Havnina í náttúruvøkrum umhvørvi í Kirkjubø og nú Frammi við Gjónna. Tað hevur líkasum verið tikið fram sum tað serliga føroyska, tá útlendskir miðlar hava verið her og umrøtt framúr matin hjá Koks – henda samanrenningin millum náttúru og mat, sum er av so stórum týdningi. At Koks skal niðan aftur í hotellumhvørvið við Oyggjarvegin er ein onnur søga, men tað hevur í hvussu er víst, at tað ber til at hugsa øðrvísi og bróta upp úr nýggjum. At leggja seg eftir gamlari vanahugsan gevur lítið frameftir.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður