Kjak

Oddagrein: Hvat var hatta fyri nakað?

2019-08-23 08:46 Author image
Emil Jacobsen

Amerikanski forsetin Donald Trump hevur skjótt sitið í Hvítu húsunum í trý ár. Hesi trý árini hevur hann meir enn einaferð givið fólki orsøk til at klóra sær í nakkanum, kreppa tær ella bara standa spyrjandi og flenna. Sum forseti hevur hann millum annað megnað at taka í forsætisráðharran í Montenegro og ófólkaliga skumpað hann til viks á einum NATO-toppfundi, at niðurgera fronsku forsetafrúuna við heldur bilsin at siga manni hennara, at hon heldur sær væl, og hann hevur eisini megnað at fornermað bretsku drotningina við at ganga frammanfyri hana á vitjan í London. Og hvør minnist ikki løgna orðið “Covfefe”, sum hann twittaði á sinni? Jú, Trump hevur gjørt vart við seg á sín heilt egna hátt hesi seinastu trý árini.

Men nú í vikuni bar av. Tað ber til at flenna og yppa øksl, tá Trump ikki dugir kongaliga bretska etikettu, men tá hann uttan skomm skapta í sær ætlar sær at keypa Grønland frá Danmark og síðani sum eitt fornermað smábarn, sum ikki fær sín vilja, velur at avlýsa sína vitjan til Danmarkar, tí Grønland ikki er til sølu, er talan um reina vanvirðing.

Danmark er ein av teimum sameindu hjá USA, og Donald Trump kundi havt áhuga í at tosa um nógv onnur mál við danska forsætisráðharran og aðrar danskar politikarar, men tað tykist hann ikki hava áhuga í – hann er bara áhugaður í at keypa heimsins størstu oyggj.

Í grundini er tað løgið. Tí Donald Trump er ikki býttur. Maðurin er amerikanskur forseti og millióningur, og tað krevur hóast alt ein rættiliga góðan heila at koma so langt. Og í øllum tí løgna, sum hann skrivar út á Twitter, mást tú sum útgangsstøði hava eina kenslu av, at einki er av tilvild, og at tað er ein meining við øllum, sum kemur út. Vit tosa hóast alt um forsetan í USA!

Men tað er øgiliga ringt at fáa eyga á nakran logikk í seinasta leikinum hjá Trump. Hann hevur vanvirt bæði Danmark og Grønland, og um tað var hansara ætlan frá byrjan av, ber illa til at síggja, hvønn politiskan ella diplomatiskan fyrimun hann skal fáa av tí, tvørturímóti. Vit kunnu bara standa undrandi og hyggja at og spyrja: Hvat var hatta fyri nakað?

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður