Kjak

Oddagrein: Hvat nú, tit?

2020-06-05 18:00 Author image
Sveinur Tróndarson

So kom niðurstøðan hjá fútanum í skattamálinum hjá Eik Banka, sum nú eitur Betri.

Í tíðindaskrivi varð staðfest, at fútin ger ikki meira við málið, tí framhaldandi kanningar sambært varapolitimeistaranum ikki fara at føra til skuldsetingar, hvørki móti Betri ella einkultpersónum.

Ein onnur niðurstøða hjá fútanum er, at pf. Betri ikki hevði skyldu til at siga skattamyndugleikunum, at føroyskir og danskir grannskoðarar høvdu ymiskar skattarættarligar uppfatanir av málinum, og at tað var ábyrgdin hjá skattamyndugleikanum, Taks, at meta um faktisku umstøðurnar í mun til galdandi lóggávu og at viðgera pf. Betri í samsvari hervið, sum tað stendur í skrivinum.

Tá alt hetta verður lagt saman, heldur ákærumyndugleikin ikki, at tað er grundarlag fyri at halda fram við kanningunum av málinum. Og soleiðis endaði málið, sum hevur fylt so ómetaliga nógv, ikki bara í føroyskum miðlum, men eisini í donskum.

Spurningurin, sum eftir okkara tykki nú eigur at vera tikin upp, er, hvat nú.

Tann spurningurin eigur at vera vendur inneftir, móti okkara egna faki, tí øgiliga fá onnur journalistisk mál hava fingið eina slíka viðgerð – og viðferð – sum hetta málið hevur.

Frá byrjan hevur hesin parturin av dekninginum av málinum verið fyltur við ákærum og niðurstøðum, har navngivnir persónar eru lagdir undir at lumpa, snýta og svika seg til nakað, sum teir ikki høvdu rætt til.

Er tað journalistiskt rætt?

Nei, tað er tað ikki. Men tað er tað, sum okkara fak hevur gjørt.

Og er tað rætt av okkara faki at adoptera meiningarnar hjá einari partskeldu fyri síðan at føra tær fram, sum verandi sannar og løgfrøðiliga haldbarar?

Nei, tað er tað ikki, men eisini tað er tað, sum okkara fak hevur gjørt.

Lat ongan iva vera um, at skattamálið var eitt mál, sum skuldi lýsast. Tað var eisini orsøkin til, at Dimmalætting í síni tíð valdi at gera tað, ein góðan mánað áðrenn starvsfelagar okkara gjørdu.

Tann niðurstøðan, sum vit komu til, eftir at hava tosað við serkønar óheftar føroyskar ráðgevarar var, at talan var um ymiskar meiningar, og at Taks hevði givið bankanum viðhald.

Við niðurstøðuni hjá fútanum eru vit í grundini akkurát í sama stað.

Tað, sum vit í dag kunnu staðfesta er harmiligast av øllum er, at Betri, tá seinasta avgerðin hjá Taks kom í 2017 ikki valdi at kæra málið. Tað hevði gagnað øllum pørtum, tí so fingu vit eina prinsipiella avgerð, sum vit kundu brúkt til at staðfesta, hvat løgfrøðin veruliga sigur.

Kanska hevði tað verið eitt hugskot, um løgtingið, ella hvør kann gera tað, upphevaði fyrningina í hesum málinum, so bankin kundi koyrt sakina ígjøgnum kæruskipanina. Um tað ber til ella ikki, vita vit ikki, men tað hevði kunnað lagt hetta málið endaliga í grøvina.

Eftir tað kundu vit so farið at kjakast um moralin…

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður