Kjak

Oddagrein: Hatta var óneyðugt!

2020-05-14 16:05 Author image
Sveinur Tróndarson

Føroyski búskapurin er í kreppu!

Tað var útmeldingin frá – og grundgevingin hjá – landsstýrismanninum við fíggjarmálum, tá hann legði upp til, at Starvsmannafelagið skuldi góðtaka at strika lønarhækkingina, sum hann og felagið skrivaðu undir tann 30. januar í ár.

Nýggi sáttmálin hevur við sær, at limirnir hjá Starvsmannafelagnum tann 1. oktober í ár fáa eina lønarhækkan uppá 2,25 prosent, og tað kemur afturat fyrra partinum av lønarhækkanini sum kom í gildi í oktober í fjør. Hon er uppá slakar 800 krónur fyri tær lægru lønirnar og slakar 600 krónur fyri tær hægru lønirnar.

Men hví er tað í heila tikið neyðugt at taka hetta stigið? Er tað yvirhøvur neyðugt at gera tað? Og hví nú?

Spurningarnir, sum stinga seg upp í hesum sambandi, eru nógvir, tí lurta vit eftir búskaparfrøðingunum, og her hugsa vit ikki um teir sjálvlærdu profetarnar, sum halda seg vita alt um alt, men teir sum arbeiða við búskaparfrøði, so síggja teir ikki somu krepputekn sum okkara fíggjarmálaráðharri sær.

Stjórin í Landsbanka Føroya hevur alment sagt, at sjálvt um ávísar vinnur eru øgiliga hart raktar av korona-tiltøkunum, so er tað ikki eitt tekin um, at føroyski búskapurin er í kreppu. Ikki í løtuni í øllum førum.

Hetta er eisini í tráð við tað, sum altjóða valutagrunnurin, IMF, sigur í sínum forsagnum. Har verður tosað um eina niðurgongd í ár, men so verður roknað stórari framgongd longu næsta ár.

Men hví var tað so neyðugt?

Skulu vit illgita, so kann eitt mál vera, at seta tey alment løntu – í Havn – upp ímóti teimum, sum ikki eru tað. Tað er eftir okkara tykki eitt skitið knep, og ikki minni eitt óneyðugt knep, serliga tá hugsað verður um, hvat landsstýrið veruliga hevur gjørt síðan koronan kom til Føroya.

Tað hevur stutt sagt lítið uppá seg.

Gamaní hevur løgtingið samtykt ein hjálparpakka til starvsfólk, men tað eru løntakararnir sjálvir – eisini alment lønt – sum gjalda tað gildið. Tey, sum eru farin undir korona-skipanina hjá ALS hava mist og við tí minkar keypiorkan, sum vit hava brúk fyri, fyri at fáa fulla ferð á aftur. Og hon minkar enn meira, um lønarhækkanin verður strikað. Tí hjálpir tað ikki at minka keypiorkuna enn meira.

Landskassin skal ikki samanberast við eitt vanligt húsarhald, tí tað er hann ikki. Vanlig húsarhald hvørva, tá fólkini doyggja, men tað ger landskassin ikki. Og hann hevur ráð til at taka eina niðurgongd, sum sannlíkt kemur innaftur.

Og ger hon ikki, so ber til at taka tey stigini, sum skulu takast, tá.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður