Heimatíðindi

Oddagrein: Handilsavtalurnar eru okkara

2018-06-08 09:31 Author image
Georg L. Petersen

Arbeitt verður við at gera eina handilsavtalu við londini í EABS-samstarvinum, Russland, Kasakstan, Hvítarussland, Armenia og Kirgistan. Serliga er tað Russland, sum er týdningarmikið í hesum sambandi, tí so stórur partur av okkara útflutningi frammanundan fer tann vegin, serliga tá tað snýr seg um aldan fisk og uppsjóvarfisk.

Trupulleikin er, at fleiri lond í okkara parti av heiminum hava sett handilstiltøk í verk móti Russlandi vegna leiklutin í Ukraina og í sambandi við royndina at myrða ein fyrrverandi russiskan njósnara í London. Og nú hava serliga fleiri danir fingið ilt av, at vit útflyta matvørur til Russland, samstundis sum tey sjálvi hava sett handilstiltøk í verk móti Russlandi og Russland móti teimum. Vit líkasum ”lukrera” upp á eitt handilskríggj.

Hetta skulu hvørki danir ella onnur ES-lond blanda seg upp í, og burdu heldur ruddað fyri egnum durum fyrst.

Fyri tað fyrsta er handil framvegis millum Russland og ES-lond á øðrum umráðum enn matvørum. Skuldu vit kvett okkara samhandil so hvarv hann fultkomuliga, tí okkara einasta útflutningsvøra eru matvørur.

Fyri tað næsta so var tað júst ES og Danmark, sum við sínum hóttandi handilstiltøkum móti Føroyum í sambandi við stríðið um uppsjóvarkvotur, kastaðu okkum í føvningin á russum og vóru við at oyðileggja evropeiska marknaðin fyri føroyskar matvørur, sum allur okkara útflutningur byggir á og er livigrundarlagið hjá føroysku tjóðini.

At Føroyar og Russland gera fríhandilsavtalu, nýtist ikki at takast sum stuðul til Putin og hansara gerðir i Ukraina, Krim ella London. Vit eru ein so evarska lítil, og samstundis viðbrekin, spælari á uttanríkispolitiska økinum, og mugu støðugt navigera við hegni fyri ikki at verða kroyst av risunum, sum ikki mugu sleppa at diktera, hvat vit kunnu ella ikki.

Tað kann hinvegin metast at vera eitt bragd, at føroyska vinnulívið kom so frægt burtur úr orrustuni við ES og Danmark, sum annars hóttu við at smildra okkara búskap, um vit ikki makkaðu rætt. Tað megnaði hvørki ES ella Danmark tá, og tað skulu tey heldur ikki sleppa hesaferð.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður