Kjak

Oddagrein: Grinda(av)boð

2020-03-06 09:30 Author image
Emil Jacobsen

 

So upplivdu vit enn einaferð, at ein heimsstjørna valdi Føroyar frá orsakað av grindadrápi. Ivaleyst er stjørnan hjá Robert Plant fánað nakað millum føroyskar fjepparar, eins og hon gjørdi hjá Lewis Capaldi, tá hann í fjør gav avboð til G! festivalin. Grundin tá var tann sama sum hjá Plant hesaferð: Føroyingar drepa grind.

Vit harmast sjálvandi um, at slík avboð koma, og tað er eisini skjótt at fáa samkenslu við fyriskiparunum av frálíka G! festivalinum, sum leggja eitt stórt arbeiði í at fáa hesar kendu tónleikararnar hendavegin. Enn vita vit ikki um, at aðrir festivalar hava upplivað tað sama sum G!, men tað kann ivaleyst lættliga henda seg, at eisini til dømis Summarfestivalurin ella Countryfestivalurin fyrr ella seinni fær okkurt líknandi avboð. Vit vóna sum vera man, at tað ikki hendir.

Tað kann kennast eitt sindur langligt at skula øsa seg um útlendingar, sum ikki hava skilt, hví føroyingar drepa grind, og sum ofta handla út frá kenslum og gerast dupultmoralskir og tað sum verri er. Kenslan er ofta tann, at hetta er eitt stríð, vit ikki rættiliga kunnu vinna. Um Formel 1 koyrarin Lewis Hamilton heldur, at føroyingar eru langt úti, tí vit drepa grind, fer hann neyvan at broyta meining, tí vit royna at greiða honum frá, hvussu grindadrápið veruliga hongur saman.

Vit vita, at Føroyar eru ikki at rokna sum meir enn eitt kombikk í tí stóra dunnuhylinum, og at móti størri og fólkaríkari tjóðum formáa vit okkum á summum økjum rættiliga lítið. Føroyar eru eitt lætt “offur” hjá monnum sum Lewis Capaldi og Robert Plant, sum ongantíð fara at boykotta Noreg ella Japan, hóast hesi londini drepa hval – tí har eru nógv fleiri fjepparar og harvið nógv fleiri pengar at heinta.

Men tað nyttar einki at fortelja stjørnunum hetta, tí tær eru longu farnar víðari til næstu framførslu og hava gloymt hetta í morgin. Í staðin vendir spurningurin so móti okkum sjálvum. Hvat kunnu vit gera fyri at forða Capaldi, Plant og øðrum í at koma hartil, at teir geva avboð? Svarið er helst rættiliga einfalt: Einki.

Upplýsing røkkur langt, men hon røkkur ikki allan vegin, serliga ikki hjá teimum, sum ikki eru móttakilig fyri henni. Alternativið er at gevast við at drepa grind, men tað skulu vit ikki gera. Tað kann tosast fyri og ímóti grindadrápi, men um vit skulu gevast við at drepa grind, er tað tí vit sjálvi taka avgerðina og ikki tí at nakar uttanífrá trýstir okkum til at gera tað. So mugu vit bara liva við, at Robert Plant ikki fer at spæla í Føroyum. Og tað gongur nokk...

 

ELJ

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður