Kjak

Oddagrein: Gíslatøkan í Løgtinginum

2019-04-26 09:51 Author image
Leif Láadal

Hví skulu vit hava politiskar flokkar? Hví ikki bara hava 33 sjálvstøðugar tinglimir, sum so kunnu koma við uppskotum til hesa og hasa lógina ella lógarbroytingina?

Svarið er rættiliga einfalt. Samfelagið, so sum vit hava valt at skipa tað, byggir á eina vón um at yvirskipað mál verða viðgjørd í størsta álvara í fólkavalda tinginum. Karmar verða skaptir og lógir og reglur skulu tryggja, at einstøk lítil mál ikki skeikla skipanina. Úrslitið eigur at verða eitt samfelag, har tað er gott at liva og virka hjá so nógvum sum gjørligt.

Høvdu vit eina skipan, har øll stillaðu upp í hvør sínum lag, hevði tað ivaleyst tikið eitt hálvt ár at skipað eina samgongu, og tað hevði nokk ikki gingið meira enn eitt hálvt ár, áðrenn val var aftur.

Skipanin við politiskum flokkum hevur eisini tann fyrimun reint fólkaræðiliga, at vandin fyri at onkur einstakur politikari arbeiðir miðvíst til sín egna fyrimun, er munandi minni.

Tað er ikki vist, at allir 33 tinglimir høvdu skipað sítt politiska arbeiði eftir egnum – kanska persónliga høvdi, um teir vóru valdir sum einstaklingar, men vit hava seinnu árini sæð fleiri dømir um, at fólk hava sagt flokki sínum farvæl, um tey ikki fingu júst hetta ella hitt “hjartamál” ígjøgnum.

Seinasta dømi er Magni Laksáfoss, sum hevur barst við ørmum og beinum fyri einum uppskoti, sum millum annað hevur við sær, at tað verður lættari hjá privatum at framleiða og/ella selja orku í Føroyum. Okkurt av tí, sum stendur í uppskotinum, snýr seg um at skunda undir útbyggingina av grønum orkuloysnum, men tá vit hava í huga, at Magni Laksáfoss saman við øðrum eigur felagið VITorka, hvørs endamál sambært partafelagsskránni er ”at veita, stýra og framleiða orku, umframt keyp og søla og annað virksemi í hesum sambandi”, so byrjar tú at fáa eina kenslu av, at her ikki bara verður arbeitt fyri landsins besta.

Um nú vit høvdu eina skipan uttan politiskar flokkar, høvdu vit ivaleyst sæð fleiri dømir upp á tað, sum fer fram í tinginum í hesum døgum viðvíkjandi broytingum í elveitingarlógini. At hetta yvirhøvur er blivið eitt mál, og ikki langt síðani er sópað av borðinum, er tí at samgongan ikki í løtuni klárar at telja upp í 17 uttan hjálp hjá frá Magna Laksáfoss. Tað tykist ikki sum at samgongan við Aksel V. Johannesen á odda ætlar at lata seg trýsta, og tað er skilligt, tí bakkar samgongan, er hetta at samanbera við ein gíslatøku, har gíslatakararnir hava fingið útgoldið sínar milliónir.

 

  

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður