Kjak

Oddagrein: Gamlar syndir

2018-12-21 09:08 Author image
Georg L. Petersen

Miðnámsskúlin Glasir hevur verið í brennideplinum seinastu tíðina. Byggisjusk, játtanir sum als ikki hava hildið og óheimilað meirnýtsla hava verið orð, sum hava verið brúkt – og so hvar ábyrgdin fyri svansinum skal leggjast. Nakrir politikarar høvdu hug at leggja ábyrgdina á niðurpínda Landsverk, sum í sínum lag fór eftir arkitektafyritøkuni BIG. Tað endaði við, at sessurin hjá landsstýriskvinnuni varð settur upp á spæl, tí hon sat við øllum ólukkunum í føvninginum, tá alt skuldi gerast upp. Veruleikin man nokk vera, at ábyrgdin liggur í politisku skipanini, sum ikki hevur viljað brúkt nóg stóra orku til at menna eftirlitisleiklutin hjá Landsverki. Men er tað ábyrgdin hjá sitandi landsstýrisfólki ella teimum undanfarnu? Ella kanska ábyrgdin hjá løgtingspolitikarum, sum ikki kendu týdningin av einum væl virkandi eftirliti?

Tað er neyvan rætt at leggja alla ábyrgdina á Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, sum í veruleikanum bara situr eftir sum ein uppruddari. Hon skal taka upp eftir undanfarnum landsstýrisfólkum og politikarum, sum ikki gjørdu sítt arbeiði til lítar. Tað ber hinvegin væl til at siga, at ábyrgdin liggur í Mentamálaráðnum, og ein háttur at staðfesta tað, er at geva landsstýriskvinnuni eina sonevnda “nøs”, sum ikki fær nakrar beinleiðis fylgjur fyri landsstýriskvinnuna, men á ein ella annan hátt skammar ráðið og kundi elvt til eina uppgerð innanhýsis í skipanini. Í tí sambandinum kundi spurningurin um, hvussu øll almenn bygging verið skipað, eisini verið tikin upp.

Tað tykist í og so lætt bara at plasera ábyrgd og so halda fram, sum um einki er hent. Men tað sømir seg heldur ikki hjá landsstýriskvinnuni at renna undan, sum hon royndi í Degi og Viku mánakvøldið. Tá helt hon fyri, at um hon varð sett frá eftir eitt misálit, so var tað ein blástempling av, at stovnar kundu hóreiggja sær sum teir vildu, tí ábyrgdin ongantíð varð teirra, men bara var politisk. Tað var jánkasligt. Hon skal sjálvsagt standa á odda fyri at taka politisku ábyrgdina, um enn tað er eitt alt ov víðgongt stig at seta hana frá, tá so nógv undanfarin landsstýrisfólk hava havt nakað við málið at gjørt.

VIÐM: Oddagreinin er skrivað áðrenn misálit varð reist móti Rigmor Dam og fall, tí fimtan atkvøddu fyri, fimtan ímóti og tríggjar atkvøður vóru blankar

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður