Kjak

Oddagrein: Fram móti løgtingsvali

2019-06-07 10:57 Author image
Emil Jacobsen

Fólkatingsvalið 2019 bleiv ein álitisváttan til summar flokkar, og aðrir flokkar fingu ein frammaná. Fyri Tjóðveldi var talan um ein ordans leðrara, og aftan á bleiv sum vanligt leitað eftir orsøkum til vánaliga valúrslitið, sum í prosentstigum var ein afturgongd upp á 5,9.

Nógv vóru á einum máli um, at førdi politikkurin í Føroyum hesi seinastu fýra árini – fyrst og fremst fiskivinnunýskipanin – eigur sín part í stóru afturgongdini, og ivaleyst hevur tað eisini havt ávirkan.

Upp undir fólkatingsvalið hevur sum vanligt eisini verið kjak um, hvussu føroyingar skulu brúka hesar báðar sessirnar á Christiansborg, ella um føroyingar yvirhøvur skulu vera umboðaðir á danatingi. Og omanfyri nevnda grundgeving kann eisini seta spurningar við, hvat fólkatingsvalið í Føroyum veruliga er fyri nakað. Føroyskur løgtingspolitikkur og føroyskur fólkatingspolitikkur eru í stóran mun hvør sítt, men tað tykist sum um veljarin hevur hug at tvinna tey bæði saman, og eftir valúrslitið mikukvøldið róðu fleiri serfrøðingar framundir, at veljarin hevði víst sína ónøgd við førda politikkin á Løgtingi og í Landsstýrinum.

Alt hetta er tó bert ein hálvur sannleiki, tí Javnaðarflokkurin, sum hevur havt leiðsluna í samgonguni hetta brátt farna valskeiðið, varðveitti sín mann og hevði eisini eina lítla framgongd. Tískil kann Tjóðveldi, sum var einasti veruligi taparin á valinum mikukvøldið, ikki einans brúka fiskivinnunýskipan, H-bygning og Novo Nordisk sum einastu grundgevingar fyri, at úrslitið bleiv sum tað bleiv – til dømis revsaði veljarin ikki Javnaðarflokkin fyri Glasir.

Onkur kallaði í spølni fólkatingsvalið fyri heimsins størstu veljarakanning, so at skilja, at hetta valið ikki hevur so nógv upp á seg og mest kann brúkast sum ein ábending um, hvussu leikur fer til løgtingsvalið seinni í ár. Lítið er at ivast í, at onkrar ábendingar eru, og at fleiri flokkar nú við góðum treysti kunnu fara undir at fyrireika seg til enn eitt valstríð – ikki minst Fólkaflokkurin kann brúka fólkatingsvalið til nakað konstruktivt, nú fleiri av teirra nýggju valevnum stóðu seg avbera væl – men til løgtingsvalið koma aðrir faktorar eisini upp í spæl.

Tann størsti er Miðflokkurin, sum als ikki stillaði upp til fólkatingsvalið, og sum uttan iva fer at flyta nakrar atkvøður aftur frá størru flokkunum. Og tað er eisini lítið at ivast í, at veljarar hjá hinum smærru flokkunum í størri mun fara at fylkjast um sínar flokkar. So lagt er upp til eitt heitt politiskt summar.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður