Kjak

Oddagrein: Filmsdagar

2020-02-14 08:47 Author image
Emil Jacobsen

Seinastu dagarnir og vikurnar hava verið merktar av filmi, bæði her heima og uttanlands. Farna vikuskiftið vóru oscar-heiðurslønir handaðar í Los Angeles, og har hendi tað sermerkta, at ein suðurkoreanskur filmur, ”Parasite” nevndur, varð kosin at vera tann besti av øllum í filmsárinum 2019. Higartil hava bara ensktmæltir filmar fingið hendan heiðurin, og tískil er 2020 longu søguligt í filmsverðini, tí hetta var árið, tá Oscar fór til Suðurkorea.

Eisini í Føroyum hevur filmsárið 2020 longu skrivað seg inn í søguna. Í farna mánaði fekk føroyski leikstjórin Andrias Høgenni eina Robert-heiðursløn, sum er størsti heiður innan donsku filmsvinnuna. Hetta var fyri stuttfilmin ”Ikki illa meint”, sum eisini vann Canal+ heiðurslønina á kenda filmsfestivalinum í Cannes í fjør. Sostatt bleiv føroysk filmssøga eisini skrivað í fjør, tí hetta var fyrstu ferð, at ein føroyingur hevur vunnið eina virðisløn í Cannes.

Í sambandi við tilnevningina til Robertin segði Andrias Høgenni við portal.fo, at tað er gott at vita, at ikki bara føroyska náttúran, men eisini føroyska mentanin hevur áhuga millum danir. Eisini í so máta eru føroyskir filmar komnir langt, tí sum víst verður á í forvitnisligari grein í blaðnum í dag um gamlar filmsupptøkur í Føroyum, so vóru tað fyrst og fremst – fyri ikki at siga bara – náttúrumyndir, sum vóru áhugaverdar hjá teimum, sum gjørdu fyrstu filmarnar í Føroyum. Og enn í dag tykist tað sum um útlendskir dokumentaristar í Føroyum eru mest áhugaðir í grindadrápi og seyðarakstri fyri at lýsa føroysku mentanina, hóast føroyingar gera so øgiliga nógv annað enn at reka seyð og fara í grind.

Hetta vikuskiftið stendur aftur í ”filmsins tekni”. Geyta-virðislønirnar skulu latast, og lagt er upp til enn eitt stórt filmskvøld í Norðurlandahúsinum. Men Geyta-kvøldið er bara endabresturin á filmfestivalinum TÓFF, sum byrjaði longu mikudagin.

Og tá Geytin so er lagdur afturum, kunnu vit gleða okkum til nýggja James Bond-filmin, har Føroyar eftir øllum sólarmerkjum at døma eisini eru við. Og vit vita, at júst í tí førinum er tað ikki føroyska mentanin, men føroyska náttúran, sum dregur. Og tað er eisini í fínasta lagi.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður