Kjak

Oddagrein: El-veitingin hevur alt at siga

2018-12-07 10:01 Author image
Georg L. Petersen

Mikið rumbul hevur verið seinastu dagarnar um SEV og el-veitingina. Tað byrjaði við at SEV avgjørdi at hækka prísin fyri hvønn kilowatt-tíma við 10 oyrum í 2019 og at tað skal hækka tað sama í 2020. Orsøkin sigst vera hækkandi oljuprísir, at útbyggingin av vindorkuni ikki gongur so skjótt sum ætlað og at skuldin í SEV ikki má gerast ov stór, nú so stórar íløgur verða gjørdar á Sundi og seinni í vindmyllulundir.

Síðan komu privatu aktørarnir fram í miðlunum, tí teir søgdu seg vera lagdar undir at vindorkuútbyggingin ikki gekk so skjótt sum ætlað, og at tað ikki var rætt. SEV vísti í sínum lagi á, at eitt stórt øki í Hoyvíkshaganum ikki kann bjóðast út, tí festarin hevur gjørt avtalu við ein privatan veitara. Sum rosinan í pylsuendanum var kjak í sjónvarpinum millum Hákun Djurhuus, stjóra í SEV og Magna Laksafoss, tingmann, um netið skuldi skiljast burturúr SEV og at privatir veitarar skuldu sleppa at selja beinleiðis til brúkaran. Fægstu hyggjararnir mundi tó heilt skilja hvat tosað varð um, tá avtornaði.

Vit kunnu í hvussu er staðfesta, at SEV higartil hevur gjørt eitt gott arbeiði seinastu mongu árini. Vit skulu ikki so øgiliga langt aftur í tíð, tá tað var vanligt, at el-veitingin sveik. Tað kemur framvegis fyri, men rættiliga sjáldan. Og tað skal helst als ikki koma fyri yvirhøvur, um fyritøkur og fólk skulu trívast í hesum landi.

At veitarar av olju kenna seg hóttar og nú vilja sleppa framat varandi orkuveiting er skiljandi, men tað er synd at siga, at tónin í kritikkinum fremur nakran vælvilja millum manna. Teir tykjast grammir og hava við privatum veitarum tikið seg saman um at spilla SEV út, heldur enn at koma við nøkrum konstruktivum útspæli. Tað er líkasum, at SEV umboðar alt tað ringa og teir tað góða – og so fer at skurra.

Víst kunnu broytingar vera neyðugar, men neyðugt er at gera tær skynsamt og í tøttum samstarvi við SEV og myndugleikan. Hetta er ikki eitt øki, sum egnar seg til nakra kollvelting – tað kann vera ein ólukka tá avtornar.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður