Kjak

Oddagrein: Eitt spennandi val

2020-02-07 07:52 Author image
Emil L. Jacobsen

 

Í vikuni varð startskotið til amerikanska forsetavalið latið av, tá fyrsta undanvalið til forsetavalevnini varð hildið í Iowa. Hetta er ikki so spennandi fyri republikanararnar, sum longu nú vita, at sitandi forsetin Donald J. Trump stillar upp fyri teirra flokk. So er spenningurin væl størri hjá demokratunum, har fleiri valevni bjóða seg fram.

Í skrivandi løtu hevur Donald Trump sitið sum forseti í eitt sindur meira enn trý ár, og sjáldan fyrr hevur ein amerikanskur forseti skapt so nógvar yvirskriftir og so nógvar ymsar meiningar um sín persón. Tað kom óvart á tey flestu, tá hann vann valið í 2016 móti Hillary Clinton, og síðani tá hevur tað sjáldan verið friður rundan um Trump leingi í senn.

Tað er einki at ivast í, at Donald Trump brýtur frá øðrum amerikanskum forsetum. Onkuntíð tykist hann vera bráðræsin, fornermisligur og beinleiðis barnsligur, tá onkur gongur honum ov nær, og tað at hann er raskur at brúka Twitter sum samskiftismiðil, førir hann tættari at amerikanska fólkinum, men tekur samstundis burtur nakað av tí tign, sum eigur at vera um ein amerikanskan forseta.

Demokratarnir, sum nú skulu velja eitt valevni av bjóða Trump av í november, hava víst á, at tað verður eitt stórt upptak eftir Trump, ikki minst á uttanríkispolitiska økinum. Hinvegin kann Trump vísa á, at hann hevur fingið diplomatiskt samband við Norðurkorea og Kim Jong-un, og at USA ikki hevur byrjað nakað kríggj tey higartil trý árini, hann hevur sitið í Hvítu húsunum – nakað, sum í roynd og veru er óvanligt, um hugt verður eftir søguni hjá undanfarnu forsetum.

Tað er ein ávísur sannleiki í, at Donald Trump á summum økjum er ein tann mest ”primitivi” forsetin, sum hevur verið í USA, men upp aftur størri ósigur verður tað fyri demokratarnar, um Trump verður afturvaldur. Valið fyri trimum árum síðani var ein gøla hjá demokratiska flokkinum, sum tóktist rættiliga sigursvissur eftir átta ár við Obama, men sum ikki megnaði at fáa Hillary Clinton valda, og eydnast tað heldur ikki at koppa Trump nú, eftir trý ár við so nógvum atfinningum, verður talan um eina reina fiasko. Eisini tí er nógv trýst á demokratiska flokkinum, sum nú er farin undir at finna persónin, sum skal sannføra amerikansku veljararnar um, at árini við Trump hava verið flóvislig og ikki frálík.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður