Kjak

Oddagrein: Eitt persónligt val

2019-08-09 09:15 Author image
Emil Jacobsen

Valfepurin er um at taka dik á seg. Plakatirnar gerast fleiri og fleiri, og í miðlunum eru valevnini farin at gera meira vart við seg. Enn eru tríggjar vikur til valið, men tríggjar vikur ganga skjótt, og áðrenn vit vita av, hava vit mannað eitt nýtt løgting.

Seinastu árini hevur eitt týðiligt rák tikið seg upp í føroyskum politikki. Tað snýr seg í dag minni um flokkarnar og meira um persónarnar. Ofta kann tað tykjast sum, at flokkurin kemur í aðru røð. Politikarar himprast ikki longur so nógv við at skifta flokk, og tað ber vitnisburð um júst tað, at persónurin kemur framum flokkin. Um hugsjónin hjá einum flokki ikki passar til ein ávísan persón, fer persónurin upp í ein annan flokk, sum “knappliga” hevur eina hugsjón, sum passar til persónin.

Tað kann geva trupulleikar bæði so og so. Eitt feskt dømi er, at seinasta samgonga var nóg illa skipað, tá hon misti sín meiriluta – gamaní skifti Sonja Jógvansdóttir ikki flokk, men bleiv leysgangari (til fólkatingsvalið í ár stillaði hon tó upp fyri ein annan flokk). Tað loypti ólag á politisku kabaluna, og grundarlagið hjá samgonguni broyttist frá degi til dags. Tað hevur verið ført fram, at tað á ein hátt hevur styrkt um samgonguna, sum tí hevur verið noydd at fara til andstøðuna eftir hjálp og harvið finna breiðari semjur, men tað er einki at ivast í, at fráfarandi samgonga hevði dámt betur at havt avgjørdan meiriluta í tinginum hesi seinastu fýra árini.

Ein annar trupulleiki við, at politikarar skifta flokk mitt í einum valskeiði, er, at veljarin av røttum kann kenna seg eitt sindur snýttan. Knappliga umboðar ein politikari ikki longur tann flokk, hann ella hon varð vald inn fyri, og so stendur veljarin sum Kánus – og upp aftur verri, um fráfalni politikarin ikki verður leysgangari, men fer upp í ein annan flokk. So hevur veljarin knappliga valt ein annan flokk enn tann, hann helt seg hava valt.

Politikarar eru menniskju eins og øll onnur, og tað er bæði menniskjaligt og loyvt at broyta meining. Men veljarin hevur rætt til at vita, hvat tað er hann fær, tá hann setir krossin – bæði hvønn persón og hvønn flokk. Tískil hevði tað verið ynskiligt, um komandi løgtingslimir, líka mikið um teir enda í samgongu ella í andstøðu, kunnu gera so væl at halda ta partapolitisku kós, sum teir stilla upp til og sum teir verða valdir inn uppá.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður