Kjak

Oddagrein: Eitt djarvt val

2018-11-23 08:05 Author image
Georg L. Petersen

Í vikuni varð kunngjørt, at Javnaðarflokkurin hevði valt at seta Heðin Mortensen í landsstýrissessin, sum Henrik Old valdi at siga frá sær, eftir at Fámjinstunnilin var settur aftur um tunnilin til Dals, sum nú verður fyrireikaður. Hetta má sigast at vera eitt serstakliga djarvt val av flokkinum, og spurningurin er, hvussu væl tað fer at roynast, tá hugt verður eftir tí politiska landslagnum, har múrarnir millum miðstað og útjaðara støðugt vaksa.

Javnaðarflokkurin fær avgjørt ein royndan politikara í sessin í Tinganesi, sum eisini hevur drúgvar royndir í politiskari leiðslu. Á tann hátt kann valið av Heðini Mortensen tykjast klókt, tí tað er bara ein spurningur um at reka Samferðslumálaráðið støðugt fram til løgtingsvalið komandi ár. Hinvegin er nýggi landsstýrismaðurin ímyndin av høvuðsstaðnum, og hevur ikki júst gingið í takt við samgonguna, tá tað hevur snúð seg um útjaðara og menningarpolitikk. Millum annað ynskti hann menningarkvotur til Havnar, so lív kundi koma í Bacalao aftur. Og so eru tað raðfestingarnar í sambandi við innkomuvegin til Havnar frá Eysturoyartunlinum, har hann eisini hevur havt sínar greiðu meiningar, ið ikki altíð hava samsvarað so væl við politikkin hjá samgonguni. Heðin Mortensen ynskti eisini at knýta Fámjintunnilin at Hvalbiartunlinum, og sum tað seinasta var hann heldur ikki samdur við samgonguni um ein øðrvísi samansettan el-prís, sum skuldi skunda undir grøna orkupolitikkin.

Øll hesi mál eru ikki júst knýtt at Samferðslumálaráðnum, men okkurt er – millum annað innkomuvegurin frá Eysturoyartunlinum, sum fyrr í ár endaði við at Heðin Mortensen hótti við sínum stuðli til samgonguna, um vegurin ikki varð gjørdur. Hann mælti millum annað til, at tunnilsfelagið í fyrstu atløgu kundi taka lán, so vegurin varð gjørdur liðugur at taka ímóti ferðsluni, tá tunnilin einaferð letur upp. Har var Heðin Mortensen í beinleiðis andstøðu til Henrik Old, sum tá umsat samferðslumál. Og hann helt, at bar hetta ikki á mál, so máttu aðrir tunlar bíða.

Nú fáa vit so at síggja, um pípan hevur fingið annað ljóð, ella løgmaður hevur skotið seg í fótin við at seta ein so sterkan miðstaðarpolitikara í sessin, sum í høvuðsheitum hevur verið eitt umboð fyri útjaðaran.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður