Kjak

Oddagrein: Einar øðrvísi páskir

2020-04-02 12:30 Author image
Sveinur Tróndarson

Nú røkist fyri, at tann parturin av vinnulívinum, sum fekk ein so dyggan frammaná, tá korona-smittan fór at gera um seg her á landi, fær eina hjálpandi hond frá myndugleikunum.

Tað er púrasta uppá sítt pláss, tí tað hevði verið heilt burturvið at vænta, at til dømis aktørarnir í ferðavinnuni, uppá nakran máta kundu havt fyrireikað seg til hesa støðuna. Hetta kom sum snarljós av bláum himli, og tað kanst tú ikki krevja, at nakar er fyrireikaður uppá.

Her er ikki bara talan um eina afturgongd.

Her er talan um ein fullkomnan steðg. Alt er vekk og bøkurnar eru tómar.

Avlýsingarnar bólta inn, og tey sum annars høvdu roknað við at skula hava nógv at takast við í summar, standa nú við ongum.

Tað er einki stuttligt, um talan er um livibreyðið hjá fólki.

Tá kunnu slíkar upplivingar hava avleiðingar við sær. Tað er so øgiliga ymiskt, hvussu fólk takla slíkar støður. Onkur dugir at finna sær aðrar slóðir at elta, onnur missa mótið og mugu hava hjálp fyri at koma víðari.

Tað er tí, at myndugleikarnir hava skyldu til at spenna eitt ella annað slag av trygdarneti undir hesi fólkini.

Tað, sum vit eisini mugu hava í huga er, at tað er ikki bara ferðavinnan, sum er rakt. Nógvar aðrar smærri fyritøkur í tænastuvinnuni eru eisini raktar, og tí er tað gott at hoyra, at landsins myndugleikar hava gjørt av rætta teimum eina hjálpandi hond til samfelagið letur uppaftur.

Og akkurát tann spurningurin er rættiliga áhugaverdur.

Tí nær fara vit at lata uppaftur.

Tey, sum varða av heilsuverkinum halda ikki, at vit skulu gera ov skjótt av, og tað er einki at siga til. Tey hugsa um, hvussu nógv fólk eru smittað, og hvussu stórur vandin er fyri, at talið fer at økjast. Tølini hjá okkum eru nú so góð, at tey síggja ein møguleika fyri, at vit kunnu koma heilt har niður, at smittan fer at hvørva, og so er tann trupulleikin loystur.

Fyri fyrst í øllum førum. Men hvat hendir so, um smittan kemur aftur?

Skulu vit so aftur stongja í fleiri vikur? Hvørjar vera avleiðingarnar av tí?

Í grundini hevur hetta verið ein rættiliga áhugaverd uppliving. At síggja, hvussu væl – tey flestu – hava aktað boðini um at halda frástøðu og at vera varin. Fólk hava brúkt vit og skil, og myndugleikarnir hava arbeitt væl.

Men hvussu langt fer tolið hjá okkum at røkka?

Av sonnum gjørdust hetta einar øðrvísi páskir…

ST

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður