Kjak

Oddagrein: Ein nýggj hóttan

2020-02-28 09:35 Author image
Emil Jacobsen

Tað eru ymisk sløg av hendingum og tilburðum úti í heimi, sum í ávís tíðarskeið seta stóran dám á tíðindaflutningin. Til dømis var nógvur yvirgangur í Evropa fyri nøkrum árum síðani. Paris, Nice, London, Berlin og Stokkhólm vóru millum býirnar, ið merktu óhugnaligan yvirgang, og í februar mánaði fyri fimm árum síðani kom yvirgangurin eisini til Keypmannahavnar.

Í hesum døgum er tað ein onnur hóttan, sum ger um seg og loypir ótta á fólk kring heimin. Corona-virusið, ella COVID-19, sum virusið nú eitur, er komið úr Kina runt alla jørðina og nærkast nú eisini okkum. Fleiri tilburðir eru staðfestir í eitt nú Italia, og londini á okkara leiðum taka nú serlig stig til at halda virussjúkuni burturi.

Spurningurin er so, hvat Føroyar gera. Ofta hava føroyingar lyndi til at halda, at tað, sum gongur fyri seg í øðrum londum, ikki hevur nakað við okkum at gera, og at hatta ikki er nakað, sum vit skulu hugsa so nógv um. Men heimurin er broyttur nógv, og føroyingar ferðast eisini nógv meira í dag enn fyrr, so sjálvandi eiga vit í Føroyum eisini at taka eina virussjúku sum hesa í størsta álvara.

Okkara landafrøðiliga avbyrging ger tað sjálvandi lættari at halda slíkum sjúkum burturi og gevur okkum eisini eina størri kenslu av trygd, men ferðasambandið við umheimin er javnt og samt, so Føroyar eiga eisini at vera á varðhaldi. Harvið ikki sagt, at vit skulu ganga í støðugum ótta, tí tað skulu vit sjálvandi ikki. Sannlíkindini fyri, at virusið kemur til Føroyar, eru ikki serliga stór, og so als ikki, um vit eru á varðhaldi.

Tað minnir í roynd og veru rættiliga nógv um yvirgangin, sum herjaði fyri nøkrum árum síðani. Føroyar vóru ikki í stórum vanda fyri at verða rakt av yvirgangi, og tað tænti ongum endamáli at ganga og óttast og avlýsa uttanlandsferðir, men um at brúka vit og skil.

Mett varð tá, at tann nógvi yvirgangurin, sum var niðri á evropeiska meginlandinum, førdi til, at fleiri ferðafólk valdu at koma til friðarligu Føroyar í staðin fyri til dømis til Fraklands og Onglands. Spurningurin er so, um tað sama fer at gera seg galdandi í summar, um læknafrøðin til ta tíð ikki hevur bast Corona-virussinum. Fara vit at fáa upp aftur fleiri ferðafólk hendavegin, sum ikki hætta sær at ferðast til Fraklands og Italia orsakað av virussjúkuni? Og um so verður, eru vit so til reiðar at taka hond um vandan, sum kann standast av, at ein rúgva av útlendingum koma til landið í eini tíð, har ein virussjúka herjar um stóran part av verðini?

Til ta tíð hava vit í øllum førum havt góða tíð til at fyrireika okkum.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður