Heimatíðindi

Oddagrein: Ein konservativ snaring

Oddagrein: Ein konservativ snaring
2018-03-16 11:20 Author image
Georg L. Petersen

Seinasta vikuskiftið hevði Sambandsflokkurin landsfund, og hóast fleiri týdningarmikil mál stóðu á skránni, og sjálvur forsætisráðharrin var á vitjan, so var tað valið av næstformanni, sum stóð á tíðindabreddanum. Helgi Abrahamsen hevði bjóðað Magna Laksafoss av, tí nøkur lokalfeløg hildu stevið millum formann og næstformann hevði verið vánaligt seinasta árið – og hyggja vit at, hvat er hent úteftir, má ásannast, at nakað var um tað. Serliga skapti tað órógv í flokkinum, tá formaðurin og næstformaðurin herfyri, í sambandi við málið um fiskivinnunýskipan, søgdu beint øvugt av hvørjum øðrum um eina clearing-avtalu, sum Magni Laksafoss hevði gjørt við Kristin Michelsen. Tá misti formaðurin andlit, og helst hevur uppgerðin verið øgilig innanfloks aftaná.

Hetta seinasta stríðið var serstakliga óheppið, og hvør sum átti apuna kunnu vit bara gita um. Men tað var neyvan bara hetta eina málið, sum fekk bikarið at flóta yvir hjá teimum, sum ynsktu Magna Laksafoss avloystan. Tað man í líka stóran mun vera hansara støðutakan í málinum um hjúnabandslógina, har hann umboðaði tann meira liberala vongin í Sambandsflokkinum í mun til tann konservativa Helga Abrahamsen, sum veruliga legði seg í selarnar at berjast ímóti, og neyvan hevur slept vónini enn.

Tað er eingin ivi um, at Helgi Abrahamsen hevur nógvar dygdir. Hann er uppvaksin í flokkinum, frá ungmannafelagnum til skrivarastarvið og síðan í Løgtingið. Hann kennir politiska spælið kanska betur enn nakar annar, men sum næstformaður og eykamaður á tingi er tað avmarkað, hvørja ávirkan hann fær. Tað er meira signalvirðið, sum hevur týdning hesaferð – og tað ber greitt boð um, at flokkurin snarar tann konservativa vegin. Bárður Nielsen hevur víst seg at vera nokk mest konservativi leiðarin í flokkinum í nýggjari tíð, og við Helga Abrahamsen verður henda leið bara styrkt – eisini tá tað kemur til spurningin um Ríkisfelagsskapin.

Spurningurin er, hvussu gott hetta er fyri flokkin, sum fær ein nógv smalari veljaraskara at venda sær til, tí tey liberalu kenna seg trýst út á síðulinjuna. Kanska serliga í Havn kann hetta gerast ein trupulleiki, og spurningurin er, um hann ikki við hesum letur fleiri veljarar til Javnaðarflokkin og í staðin fer at kappast við Fólkaflokkin um atkvøður hinumegin “bíbliubeltið”, sum er definerað í sendingunum “Gud signi Føroyar”.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður