Kjak

Oddagrein: At tæna landinum

2019-05-03 10:06 Author image
Leif Láadal

At vera ósamd ella ósamdur við ein politikara, er ein fólkarættur. Tó eiga vit at hava virðing fyri teimum, sum tíma og tora at bjóða seg fram. Men skulu øll sleppa framat at stýra landinum?

Í dag – fríggjadag – hava tveir royndir politikarar, Edmund Joensen og Kári P. Højgaard, sín síðsta arbeiðsdag í Løgtinginum. Báðir hava teir verið floksformenn og sitið í Landsstýrinum – Edmund sum løgmaður og Kári sum landsstýrismaður við innlendismálum.

Nógv er broytt, síðani onkurt einstakt blaðfólk sat í Løgtinginum og tók notatir, fyri síðani at skriva eina grein til eitt blað, sum kom út nakrar dagar seinni. Tá so útvarpið kom, bar til at gera bandaðar samrøður, sum so seinni um dagin vórðu sendar út í luftina.

Í dag eru heilt aðrar spælireglur. Ein og hvør kann sita beinleiðis undir hvørjum orði, sum verður sagt av tingsins røðarapalli og fundarfrásøgnir og annað tilfar er til taks á internetinum.

Hevur hetta broytt Løgtingið? Stutta svarið er “ikki so nógv – enn”. Miðalaldurin á løgtingslimum er framvegis rættiliga høgur, og tað tykist sum, at ein politikari, sum hevur fingið fótin fyri seg, hevur nógv lættari við at verða afturvaldur enn onnur.

Men nógv bendir á, at vit fara at síggja stórar broytingar komandi árini. At verða varpaður út beinleiðis av tingsins røðarapalli broytti ikki tað stóra – tað vandu tingfólk seg skjótt við. At trýsta á ein knøtt til eina telduskipan, heldur enn at rætta hondina upp, vandu tingfólk seg eisini skjótt við. Og tað at fáa arbeiðsskjøl sendandi til ein teldil, var sum frá leið heldur ikki torført.

Nú Edmund Joensen og Kári P. Højgaard gevast, er kanska áhugavert at gera sær nakrar tankar um, hvør ið kann koma í teirra stað. Ja, kanska ikki bara í teirra stað, men í sessirnar hjá øllum teimum, sum fara at verða skift út komandi árini.

Eitt rættiliga óhugnaligt rák er við at breiða seg. Við teimum møguleikum, sum internetið hevur at bjóða, ber til at framleiða meira ella minni propagandiskt og enntá rasistiskt tilfar. Nýggjasta dømi her um okkara leiðir er ein stór-provokatørur í Danmark, sum gjøgnum YouTube og Facebook hevur oyst gor og gall seinastu tíðina. Innsløg hansara hava fingið somikið stóra útbreiðslu, at tað er eydnast honum at fáa neyðugu undirskriftirnar til at stilla upp til komandi Fólkatingsval.

Nei, gevið okkum so heldur Edmund og Kára, og onnur meira hóvlig fólk.

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður