Kjak

Oddagrein: Asosialir miðlar

2019-02-15 07:39 Author image
Leif Láadal

Miðlar á internetinum, so sum Facebook, Instagram, Snapchat og líknandi, verða javnan nevndir sosialir miðlar. Men er talan ikki í veruleikanum um asosialar miðlar?

Tað at sosialisera seg merkir, at tú brúkar tíð upp á at seta teg inn í viðurskiftir, sum kunnu læra teg at liva í einum samfelag – altso saman við øðrum menniskjum.

Fyrr varð hetta gjørt á tann hátt, at fólk hittust og tosaðu saman. Kjakast bleiv um ymisk evni, og tú sat yvirav fólki, sum so kundi geva tær eitt mótspæl. Gamaní, so kom eisini brævasamskifti, har tú kundi lesa, hugsa og skriva aftur, og seinni telefonin.

Tað, sum er trupulleikin við teimum sonevndu sosialu miðlunum, er, at teir ikki eru so sosialir. Alt samskiftið gongur fyri seg á netinum, og netið verður til eitt slag av eftirgjørdum fysiskum veruleika. Har verða videobrot, myndir og skrivað orð býtt ímillum sín, sum gekk tað fyri seg í stovuni heima hjá fólki. Eitt bræv ella ein telefonsamrøða er ikki tað sama. Tá vita vit, hvar vit eru. Sonevndu sosialu miðlarnir royna at fáa okkum at halda, at tað, sum gongur fyri seg har, er veruleikin. Men er tað so?

Og skulu vit so vera bangin fyri tí? Ja, tað er okkurt sum bendir á, at sonevndu sosialu miðlarnir hava tað við sær, at fólk gerast meiri asosial. Tey kunnu enda í einari veit, har teirra sosiala lív gongur fyri seg í cyberspace, og ikki millum vanlig livandi fólk, tí tey halda, at net-veruleikin er veruligur. Vilja vit tað? Er tað í lagi, at tað, sum tú heldur og meinar, bert skal leggjast út á ein komersiellan pall á internetinum?

Nógv leingjast aftur til “gomlu dagarnar”, men tað ber ikki so væl til at berjast ímóti tøkniligari menning. Tá tað er sagt, so ber tað sjávsagt til at seta spurnartekn við, um tann tøkniliga menningin ger mun, og tað ber til at hyggja eftir, hvar hon ger mun.

Sosialu miðlarnir, har fólk einsamøll royna at skapa eina illusjón av samveru, er ikki rætta loysnin. Um tú skal sosialisera teg, so er ikki nóg mikið at trýsta á nakrar knøttar hjá Zuckerberg og hansara líkum. Tá skal meira til.

  

  

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður