Kjak

Oddagrein: Alt til lands

2019-05-24 11:31 Author image
Leif Láadal

Í blaðnum í dag er vangamynd av Eiriki á Húsamørk, sum í nógv ár hevur gingið á odda fyri at fáa gagnnýtt alla rávøruna í fiskivinnuni. Faroe Marine Product, ella Høvdavirkið, sum tað verður rópt millum manna, er ein sólskinsøga, og tað er tí gleðiligt, at virkið veruliga hevur fótað sær aftur, eftir at politiska støðan í Nigeria hevði við sær, at hesin alneyðugu marknaðurin hvarv í nøkur ár.

Høvdavirkið livir í ein stóran mun av toskarhøvdum og høvdum av øðrum hvítfiski, sum verða turkað. Tá fiskiskapurin við Føroyar ikki var so góður fyri nøkrum árum síðani, var neyðugt at keypa høvd úr Noregi. Høvdavirkið fylti eitt lítið farmaskip í Noregi, sum so kundi fylgjast til Føroya við trolarunum úr Barentshavinum, ið komu fullfermdir heim við flaki. Høvd, livur, ryggir og slógv var eftir á havsins botni.

Í løtuni er góður fiskiskapur við Føroyar, og tað er tí ikki neyðugt at fara til Noregs eftir rávøru, men um ikki so langa tíð fer Faroe Marine Product undir at framleiða lýsi. Tá er neyðugt við stórum nøgdum av fiskalivrum. Hetta verður, sum er, ein avbjóðing. At taka livrarnar við til lands krevur meiri arbeiðsorku umborð, og tí er neyðugt at finna eina loysn í mun til hvussu hetta eyka arbeiðið skal lønast, tá talan er um trolararnar ella smærri bátar, sum ikki verða førdir av eigaranum.

Frá politiskari síðu kundi ein hjálpandi hond verið rætt teimum, sum fáast við at framleiða úr tí, sum annars verður blakað út. Tað ber til at lóggeva alt í land. Tá ein kvota verður latin, kann treytin til dømis verða, at eisini høvd og livrar skulu avreiðast. Um hesar treytir verða settar, tá tað almenna selur kvotur á uppiboði, so ávirkar tað ivaleyst prísin, sum tá ikki verður so høgur. Reiðararnir sleppa framat fiskinum eitt sindur bíligari, og tað, sum so verður framleitt á landi, eitt nú úr livrunum, skapar eitt meirvirði fyri alt samfelagið.

Tað verða gjørdar royndir við at fáa høvd, uggar, livur og maga heim við úr Barentshavinum. Fyri fyrst verða hesar royndir fíggjaðar við stuðuli frá almenna Fiskivinnuroyndum. Vónandi eydnast hetta somikið væl, at tað í framtíðini fer at bera til at taka alt við til lands fyri nøkulunda vanligar marknaðartreytir – nøkulunda, tí ávís politisk krøv ella treytir mugu ivaleyst til, tí annars verður framhaldandi spart við at blaka fyri borð.

  

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður